Starvsnevndin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd hevur sett Brynhild Høgnadóttir í starvið sum stjóri fyri Ferðslutrygd eftir at Sølvi Reinert Hansen herfyri segði starvið frá sær og tók við aðari avbjóðing. Brynhild Høgnadóttir er 43 ára gomul og útbúgvin sum verkfrøðingur og bankaatstøðingur. Hon hevur seinnu árini starvast hjá BankNordik sum verkætlanarleiðari og við samskipan.
Brynhild Høgnadóttir byrjar í starvinum sum stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd tann 1. august.
Starvsnevndin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd fegnast um, at hava fingið nýggjan stjóra at standa á odda fyri arbeiðnum hjá Ferðslutrygd við hugburðsbroyting, upplýsing og menning av tilvitanini um eina trygga ferðslu bygd á null-hugsjónina, at eingin skal doyggja ella fáa álvarsligt mein í ferðsluni.