Eftir ætlan skal henda mentanarvikan fara av bakkastokki í september mánaði í ár.
Ætlanin er, at Brynhild kemur at arbeiða 3/4 tíð í fýra mánaðir, og verður arbeiðsstað hennara á býráðsskrivstovuni í Fuglafirði.
Brynhild Næs Petersen er longu farin í starvið. Hon kemur at arbeiða tríggjar teir fyrstu mánaðirnar við fyrireikingum og tilrættalegging av mentanarvikuni. Og skal so standa fyri vikuni, tá hon verður og síðani eina viku eftir, at mentanarvikan er farin aftur um bak, verður sagt úr Fuglafjarðar kommmuna.
MENTAN
Brynhild Næs Petersen veit, hvat hon skal gera teir næstu fýra mánaðirnar – fram til mentanarvikuna í september