Herfyri skipaði Ráðið fyri Ferðslutrygd, saman við Betri Trygging og Trygd, fyri hugskotskapping um, hvussu vit kunnu fáa ungfólk at gevast at koyra bil við kenning.
Vinnari gjørdist 22 ára gamla Brynhild Nolsøe í Lágabø úr Vági. Sjálv veit hon alt um avbjóðingarnar av at vera partur av náttarlívinum í aðrari bygd, enn í Vági og tí byggir hennara hugskot á hennara egnu royndir.
– Í vinarskaranum hjá Brynhild hava tey nevniliga eina avtalu, ið byggir á tankan um, at eg koyri teg og tú koyrir meg. Í stuttum merkir hett, at tey skiftast um at koyra tá ið tey fara í býin.
##med2##
– Vit hava avtalað, at fara nøkur av mínum vinfólkum í býin, og eg liggi heima, ringja tey til mín, og fari eg av songini at koyra tey, sigur hon við Ráðið Fyri Ferðslutrygd.
Og fari eg í býin og onkur av mínum vinfólkum liggja heima, koma tey eisini upp at koyra meg - og tað ger ikki mun um tað er morgun, dagur ella nátt, greiðir Brynhild frá í lýsingarfilminum, ið er komin burtur úr hugskotinum hjá Brynhild.
Ráðið fyri Ferðslutrygd sigur, at tey ungu, ið sendu hugskot inn til kappingina vístu á, at tað er ikki manglandi vitan sum ger, at koyrt verður við kenning.
avgerðin at koyra rúsaður ikki bygdi á manglandi vitan. Heldur er tað hetta, at tey ikki hava møguleikan at sleppa undan.
Og dómsnevndin var samd um, at tað besta amboðið, ið varð skotið upp, var vinfólkaavtalan hjá Brynhild um, at eg koyri teg og tú koyrir meg. Og vann hon eisini kappingina.
Annað pláss í kappingini fekk Bára Ellefsen av Signabø og Fía Jacobsen úr Havn fekk triðja pláss.
Eftir at vinnarin var funnin, hevur Brynhild arbeitt saman við eini lýsingarstovu um at gera eina lýsing burtur úr hugskoti hennara. Í lýsingini síggja vit Brynhild og hennara vinfólk í býnum og á veg til hús.
– Í samráð við Brynhild er lýsingin blivin jalig og uppbyggjandi, heldur enn fordømandi og neilig, sigur Ráðið Fyri Ferðslutrygd.
Ráðið fyri Ferðslutrygd sigur, at hugburðurin til rúskoyring er nógv broyttur hesi seinastu árini, og heili 98 prosent av føroyingum siga at rúskoyring verður ikki góðtikin.
– Men kortini verða bilførarar javnan tiknir við promillu í blóðinum. Og rúskoyring er orsøk til fjórðu hvørja deyðsvanlukku í ferðsluni.
– Hetta siga tøl úr norðurlondum og yí er tað, eisini í 2020, týdningarmikið at tosa um at steðga rúskoyring, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.
Trýst á pílin á myndini og síggj filmin, sum kom burtur úr hugskotinum hjá Brynhild í Lágabø.