Budam aftur á Asfalt

Búi Dam og hansara fólk høvdu í fjør frálíka framførslu á Asfalt. Tey verða eisini partur av tiltakinum í ár Budam eitur bólkurin, ið stóð handan eina av mest rúnarbindandi og best eydnaðu konsertunum á Asfalt í fjør. Bólkurin er stovnaður av navnframa Búa Dam, ið vit m.a. eisini kenna sum sjónleikara á føroyska mentanarpallinum. Við sær á palli hevur Búi eins navnframu Mikael Blak, Magnus Johannesen, Rógva á Rógvu og Ásu Vraa Olsen. Harra Dam, sum hann eisini verður nevndur, er rithøvundurin handan allan tónleikin hjá Budam, ið kann lýsast sum verandi lýriskur og eksperimentalur.

Málið á konsertunum og við tónleikinum, sigur Búi, er at skapa nærleika millum tey, ið framføra, og tey, ið uppliva tónleikin. Málið er at vekja djúpar, ymiskt kendar eins og ymiskt ókendar kenslur í okkum. Hoyrið tónleikin hjá

Búa á Myspace.com/budam.