Kristni 9, sum er undirvísingar tilfar til kristnikunnleika og átrúnað í 9. flokki er nú komin. Kristni 9 er lík Kristni 7 og Kristni 8, telur 191 blaðsíður við nógvum myndum.
Kristni 9 viðgerð kristnu skriftirnar og samanber við sonevnda trúartrænum jødadóm, kristindóm og islam. Evni sum kærleiki, bøn og meditatión og hugvísindi og náttúruvísindi verða eisini viðgjørd. Fremmandi átrúnaðurin hetta árið er buddisma. Evnið er skipað eftir sama leisti sum jødadómur, kristindómur, islam og hinduisma í fyrru bókunum, so til ber at samanbera hesar átrúnaðir. Eisini er annar átrúnaður umrøddur í bókini, eitt nú bahá’í og náttúruátrúnaður.
Charlotta Thorsteinsson og Paulina Andreasen hava skrivað, og grafiska sniðgevaravirkið AnniJanni hevur staðið fyri tekningum, sniðgeving og uppseting. Bókaheildin fevnir um næmingabók, lærarabók og uppgávur og annað eykatilfar á Snar.