"Buffarin" letur upp um nakrar dagar

- Allir teir smáu trolbátarnir liggja við bryggju í løtuni. Teir, sum hava fiskidagar eftir, fara útaftur, tá veðrið batnar

Í løtuni eru fimm partrolarapør til fiskiskap eftir upsa, og eitt par er framvegis á gulllaksaveiði, tó at september nú fer at halla.

 

- Tveir djúpvatnstrolarar eru á Íslandsrygginum. Teir fáa tosk og eitt sindur av blálongu og svartkalva.

 

Soleiðis siga tey á Fiskamarknaði Føroya í morgun.

 

- Jákup Sverri ger yvirlitstrolingar á djúpum vatni. Ein djúpvatnstrolari er á makrelveiðu og hinir liggja við bryggju.

 

Um teir smáu trolbátarnar verður sagt, at allir liggja við bryggju í løtuni.

 

- Teir, sum hava fiskidagar eftir, fara útaftur, tá veðrið batnar.

 

Sagt verður, at frá 1. oktober kunnu øll skipini fiska aftur, tí tá letur sonevndi "buffarin" upp.

 

- Trý garnaskip fiska svartkalva. Skipini hava brúkiligan fiskiskap, og væntandi koma øll inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat.