Í summar søkti Vágs kommuna eftir einum leiðandi húsavørði.
- Tá freistin at søkja var úti, høvdu fimm søkt og avgjørt varð at seta Michael í Lágabø í starv.
Soleiðis siga tey í Vágs kommunu í dag.
Michael er 49 ára gamal og útbúgvin timburmaður. Seinastu árini hevur hann verið sjálvstøðugur vinnurekandi.
- Michael byrjaði í starvinum mánadagin 15. september, verður lagt aftrat.