Kendi filmssjónleikarin var upprunaliga úr Italia, og var m.a. við Ljósareyði Pantarin.
Hon doyði í Fraklandi, 87 ára gomul, vita útlendskir miðlar at siga.
Cardinale gjørdist kend, tá hon í 1963 var við í filmium 8 ½, hjá Federico Fellini. Sama ár var hon við í filminum ”Leopardurin”.
Síðani gekk leiðin til Hollywood, og var hon í 1969 við í "Ljósareyði Pantarin".
Eisini var hon við í filmimum, sum á donskum hevði heitið ”Vestens hårde halse”, saman við eittnú Charles Bronson og Henry Fonda.
Cardinale var fødd í Tunesia. Foreldrini vóru ættað úr Italia. Hon kom fram, tá hon var við í vakurleikakapping. Sum 19 ára gomul vann hon heitið sum "Vakrasta italska kvinna í Tunesia".
Síðani førdi hetta hana í filmsheimin.
Í 2022 fekk Claudia Cardinale heiður fyri sítt lívsverk inna film við filmfestivalin í Berlin.