Eftir dystin flokkaðust fjølmiðlarnir um italska málverjan Gianlugi Buffon. Hann gav sær góðar stundir at tosa við fjølmiðlafólkini, og svaraði tolin hvørjum einasta spurningi.
Fyri føroyingar var tað serliga áhugavert at vita, hvat hann helt um málið, sum Rógvi Jacobsen gjørdi.
- Eg kann siga, at eg hjálpti øllum og gjørdi øll glað, svaraði Buffon flennandi, tá hann var spurdur um hetta, men legði so aftrat:
- Sjálvandi er tað keðiligt at fáa mál ímóti sær, og tað eri eg eisini keddur um. Men eg eri glaður Rógva?sa vegna og fyri Føroyar, tí hetta er eitt søguligt mál hjá teimum, segði Gianlugi Buffon millum annað.