Við eini ferð upp á 431,072 km/t hevur Bugatti Veyron sett heimsmet, sum heimsins máttmiklasti bilur. Talan er um Bugatti Veyron 16,4 Super Sport, sum nú hevur fingið navnið Weltrekord-Edition. Bilurin hevur W12 motor við 1200 hk og botntrekki upp á 1500 Nm. Bert fimm bilar eru gjørdir av hesi útgávuni.
Tríggjar royndir vórðu gjørdar, og miðalferðin var upp á 431,072 km/t. Umboð fyri Guinness Book of Rekords vóru við til testkoyringina, og kundu staðfesta at talan er um heimsins máttmiklasta bil.
Testkoyringin varð gjørd á eini koyritekniskari breyt hjá Volkswagen Group, sum í dag eigur bilmerkið Bugatti.