Bumba brast í ráðharrastovu í Athen

Ein bumba sprongdist í nátt í miðbýnum í Athen framman fyri grikska arbeiðsmálaráðnum.

 

Løgregla og sløkkilið arbeiða framman fyri arbeiðsmálaráðið í Athen, har ein bumba brast í nátt. - Foto: Angelos Tzortzinis/Ritzau Scanpix

Eingin fekk skaða, men bumban hevur gjørt stóran materiellan skaða, sigur talspersónur fyri løgregluna.

Eisini ein banki, sum liggur við síðuna av ráðnum, fekk skaða.

Innan bumban sprongdist klokkan 01.29, fekk grikska blaðið Efimerida ton Syntakton eina dulnevnda uppringing, sum ávaraði um, at ein bumba fór at spreingjast við ráðstovuna 40 minuttir seinni.

Tí megnaði løgreglan at sperra økið av.

Seinastu árini hava anarkistiskir bólkar og persónar á ytsta vinstraveingi av og á fram líknandi álop.

 

/ritzau/dpa

 

Løgregla og sløkkilið arbeiða framman fyri arbeiðsmálaráðið í Athen, har ein bumba brast í nátt. - Foto: Angelos Tzortzinis/Ritzau Scanpix