Bumban, sum varð funnin í einum flutningsflogfari, sum var á veg úr Jemen til USA, var sett til at bresta, meðan hon var í flogfarinum. Tað segði bretski forsætisráðharrin, David Cameron, í dag. Hann legði tó afturat, at tað ber ikki til at siga við fullari vissu, at bumban skuldi bresta í sjálvum flogfarinum.
-Hinvegin hava vit einki prógv fyri, at bumban skuldi bresta, meðan flogfarið var uppi yvir bretskari jørð, men tað er ikki óhugsandi, segði David Cameron við BBC.
Tað vóru myndugleikarnir í Saudiarabia, sum ávaraðu bretar og amerikanarar um, at ein bumba var í einum flogfari hjá flutningsfelagnum UPS.