Burðardygg menning, náttúruvernd og økisskipanir

Kári Thomsen

Hugtakið burðardygg menning hevur alment sín uppruna frá Brundtlandkommissiónini, ið í 1987 legði fram frágreiðingina »Vor fælles fremtid«. Sagt verður her:
Burðardygg menning er ein mennig, ið lýkur tørvin hjá verandi ættarliðum og sum samstundis ikki forðar fyri møguleikunum hjá komandi ættarliðum at lúka teirra tørv. Burðardygg menning er tí ikki ein endalig samljóðsstøða, men heldur ein broytingartilgongd, har gagnnýtslan av tilfeingi, skipan av íløgu- og fíggingarháttum, gongdin í tøkniligu menningini og umsitingarligu viðurskiftunum annars verða sambært framtíðar eins og nútíðar tørvi.
Stremban og dálking
Samfelagsmenningin í heiminum er, síðan ídnaðarmennningin tók seg fram, so líðandi farin av burðardyggu leiðini við áhaldandi og ofta fyrilitarleysari stremban eftir vaksandi og miðvísari gagnýtslu av náttúrunar tilfeingi. Í byrjanini vóru lítlar og ongar treytir fyri, hvussu ídnaðurin kundi gagnnýta náttúruna, mestan tí árin ikki sóust, og at náttúran megnaði at taka til sín og bróta niður dálkingina. Komið er nú hartil, at náttúran ikki megnar at taka til sín, viðgera ella bróta niður ovurstóru nøgdirnar av skaðiligum evnum, og her eisini nógv umrøddu nøgd av koltvísúrni, ið sum kunnugt saman við øðrum evnum er við til at økja um óhepnu hitaøkingina á jørðini.
Altjóða ráðstevnur eru hildnar um veðurlagsbroytingar, um hvussu náttúrutilfeingið eigur at nýtast á skilagóðan og burðardyggan hátt, um avmarking og steðg í nýtslu av vandamiklum kemiskum evnum, og hvussu fátæki parturin av heiminum eigur fáa sín sjálvsagda lut í nátturutilfeinginum. Her er orðað skrá fyri 21. øld, nevnd Agenda 21, ið leggur áherðslu á, at vit gera ætlanir til loysn á umhvørvistrupulleikunum, og óhepnu ávirkanini dálkingin hevur á fólk og øllum livandi verum.
Ásannað náttúruvernd
Føroya Náttúruverndarfelag hevur í viðtøkum sínum hesar meginreglur, ið Tórmóður Dahl, sáli, orðaði við stovnan felagsins á Grækarismessu í 1980:
Ásannað og tikið verður avleiðing av:
? at eitt samfelag av plantum, djórum og menniskjum saman við sínum lívrunnað og ólívrunnað umhvørvi er fortreytin fyri øllum lívi á jørðini,
? at henda vistskipan er støðufastari og sterkari, jú fjølbroyttari hon er,
- at nærum øll vistfrøðilig afturgongd hevur við sær úrskeping av grøði og djóralívi, at øll kykt, plantur, djór, landsløg og heildarmyndir í vistfrøðiligari javnvág bera friðhalgi, og at tað sostatt er skylda okkara at líta at jørðini, sjónum, vatninum og luftini, saman við teimum verum, sum liva her - ikki bert sum einum arvi frá forfedrum okkara, men eisini sum einum láni frá komandi ættarliðum,
- at eitt samfelag, har serstaki leiklutur menniskjans í umhvørvi og náttúru eigur at vera í samljóð við seg sjálva, og má seta sum fyrstu treyt, at samfelagsskipan, tøkni og búskapur, og siðalag og list, má finna saman á gongda leið, har orðið dygd stendur sum felagsnevnari.
Íhald uttan fyrilit
Ídnaður, tøkni, hækkandi effektivitetur, nýggir arbeiðs- og viðgerðarhættir og rationaliseringar, har tilfeingi skal gagnnýtast á tamb við eittans endamáli, nevniliga at fremja áhaldandi fíggjarligan vøkstur - uttan at fyrilit verða tikin fyri avgerandi burðardyggu meginreglunum, hevur við sær úrskeping av grøði og djóralívi og harvið okkum sjálvum og lívsgrundarlagnum framyvir.
Vistskipan og sólarmáttur
Vistskipanin kann ikki innrættast ella programmerast til dagsins samfelagsskipan og kann heldur ikki noyðast at fylgja tøkniligum ella fíggjarligum ætlanum ella reglum.
Ávís menningarætlan kann einans sigast at vera burðardygg, um hon hevur støði í vistskipanini og tí varandi tilfeingi, ið grundað á sólarmáttin veitir verandi og komandi ættarliðum haldbar livilíkindir. Greitt er, at náttúran og ljósið frá sólini eigur lívið í okkum menniskjum og øllum, ið livandi er. Avgerandi er tí, at náttúran ikki verður dálkað og oyðiløgd av tí virksemi, vit seta í verk innan framleiðslu ella veitan av teim vørum, tænastum og útbúnaði, vit hava tørv á.
Ikki burðardygt
Nøkur dømi kunnu nevnast um virksemi, ið ikki kann sigast at vera burðardygt. T.d. er fiskiskapur við troli ikki burðardyggur, tá smáfiskur og fiskasløg, ið ikki eru ætlað at fáa í veiðuna, av góðum grundum ikki kunnu haldast burtur, og at dygdin annars ikki stendur mát við húkaveiddan fisk. Skiljiristir, meskavíddir og tiltøk til avmarking av hóttum fiskastovnum, kunnu nýtast, men dømi um niðurfiskaðar stovnar eru mong.
Aling av laksi, síli og skjótt eisini toski og kalva, er ikki burðardygg framleiðsla. Vandamálini eru her sjúkur fiskur, ið kann smitta villan fisk, og strongd og síðan heilivágsviðgerð, fyri at halda fiskinum á lívi, inntil hann skal takast, ella koppseting, kann við møguligari framtíðar hormonviðger ð ella genmanipulatión, hava sera álvarsom árin á náttúruna í sjónum, á landi og okkum menniskju.
Kjøt- og landbúnaðarframleiðsla okkara virkar á nøkunlunda somu treytum sum alingin av fiski, og hevur henda við óneyðugum heilivági, genspleisaðum kraftfóðuri og ovurhonds stórari nýtslu av handilstøðum, eisini óheppin árin við sær, líkasum dygdin lækkar javnt sum frálíður. Kenda hugtakið »de danske svin strutter af penicillin«, var ikki nakað, ið var danska landbúnaðinum til frama, og áttu vit at tikið við læru av hesum mistøkum.
Oljuvinnan ikki burðardygg
Mest týdningarmikli sektorur samfelagsins er orkuveitingin. Sum er, eru vit fyri 98% viðkomandi bundin at olju- og oljuúrdrátti, og verður eisini tikið við, at búskapur okkara stendur og fellur við bert lítlari príshækking á olju, eiga vit og einamest politiski myndugleikin, at taka annað skinn um bak. Kanningar hjá jarðfrøðingum vísa, at globala oljuframleiðslan bert kann nøkta verandi tørv góð 10 ár afturat. Goymslurnar verða minni ár fyri ár, tí tilgongdin av nýggjum fundum ikki stendur mát við nýtsluna.
Oljuframleiðsla og nýtsla hevur einki við burðardygga mennning at gera. Tó so hevur hetta evni og orkutilfeingið ment ídnaðargreinir og samfeløg í alstóran mun, soleiðis at vit í dag mugu siga, at menningin er grundað á júst oljuvinnuna. Evni ella tilfeingið, ið er avmarkað, kann ikki flokkast í burðardygga bólkin. Hetta kunnu einans tilfeingið, ið sum nevnt eru grundað á vistfrøðina og máttin frá Sólini.
Burðardygg fiskivinna
Fiskur veiddur við húki er og hevur alla tíðir verið burðardygg veiða. At fara til útróðrar er frumrættur hjá øllum fólkum við atgongd til sjógvin, og er politisk sera løgna krav um fiskiveiðuloyvi hjá smábátum ein av aldarinnar størsta ágangi, ið gjørdar er á útróðrarmenn, fiskiveiðumentan og land okkara. Væl hagreiddur húkaveiddur fiskur er fyrsta floks vistfrøðilig vøra, ið gevur hægsta prís og samstundis virðir tilfeingið. Maður við 4 til 5 nýmótans snellum ger ikki ágang á nakran fiskastovn
Burðardyggur landbúnaður
Tilvitanin um vistfrøðiliga framleidda landbúnaðarvøru er við at menna seg eisini her hjá okkum, og er tað at gleðiligt, at Bjørn Patursson, bóndi í Koltri, hevur tikið stig til miðvísa framleiðslu av vistfrøðiligum landbúnaðarúrdráttum. Stór menning kann setast í verk innan hópin av landbúnaðarvørum. Veðurlagið setur ikki forðingar, bert hugsjónir og vitanarstøði, marknaðarkanningar og miðvíst samstarv, kann geva nýggj arbeiðspláss og egin vistfrøðiliga framleidd dygdargrønmeti.
Burðardygg orkuframleiðsla
Orkuframleiðsla til egið brúk er vatnorkan og eina vindmyllan á Nesi. Mark er fyri, hvussu nóg kann fremjast av vatnorkuútbyggingum framyvir, einamest tí víddir og lendishæddir eru avmarkaðar, men mestan tí vit út frá náttúru- og umhvørvisfyrilitum mugu stðafesta, at markið fyri vatnorku er nátt. Vatnorka hevur árin á vistfrøðina samt, at vit ikki kunnu loyva okkum at leggja hald á øll fjallavøtn. Frítíðar- og rekreativ øki skulu virðast, og fuglur og djóralív annars skal verjast.
Grannalond okkara Ísland, Skotland og Noreg arbeiða miðvíst við uppsetan av varandi orkuútbúnaði einamest vindorku, meðan Ísland við nógva jarðarhitanum leggur seg eftir vetnisorkuni, har elektrolysuverk og áfyllingarstøð í løtuni er í gerð í Reykjavík. Almenna flutningsskipanin kemur at nýta 3 bussar frá september 2003. Hvør kostar góðar 800 túsund krónur og koyrir 250 km uppá eina áfylling. Skipaflotin hevur 100 tons fiskifør á tekniborðinum og eru hesi ætlað at gera 4-5 daga túrar við 500 kw generatori.
Skotland og norðurpartur av Onglandi sigst verða framtíðar orkumiðdepil í Europa. Her er ta vindorkan, ið kemur at nøkta mesta tørvin á elorku í Onglandi. Norðmenn hava sum kunnugt nógva vatnorku, men har eru umstøðurnar eisini til staðar við veldugum víddum og hæddum. Tó so er vindorkuparkin á Smøla júst tikin í nýtslu, og ár 2005 verður annað byggistig tikið í nýtslu við íalt 104 MW installeraðum generatormátti. Vindorkuparkin á Hitra verður uppá 56 MW - áleið okkara tørv, um vit sløkkja dieselmotorarnar og við tí minka um vakstrarhúsútlátið við 14%. Hitra-parkin verður sett til ravmagnsnetið summari 2004.
Vinarliga legg til merkis at grannar okkara seta upp góð 50MW uppá 2 ár.
Aðrar varandi orkukeldur kunnu eisini verða við at avmarka útlatini av vakstrarhúsgassum, m.a. innsavnan av tøðum og lívrunnum evni frá fiskavirkjum, hotellum og matstovum, og húsarhaldum - um innsavningarskipan verður framd. Besta vistfrøðiliga tøð og orka sum metangass ella metanol verður tá eginframleiðsla til el-orku ella hita.
Sólkyknur og sólpanelir eru eisini tøkar til el- og hitaframleiðslu, og kann samanumtikið uttan hóvasták minka um okkara part av vakstrarhúsgassum við 20% uppá fá ár. Er viljin til staðar er tað eisini gjørlig.
Orkutilfeingisfellan
Um vit vilja tað ella ikki, so noyðast vit at ásanna:
- at orku- og tilfeingisgrundarlag okkara í farnu øld, við avmarkaðu nøgdini av steinrunnum tilfari, ikki kemur at standa við í framtíðini, og at tað tí verður neyðugt at sleppa okkum undan hóttandi orkutilfeingisfelluni við at leggja um til varandi og náttúruvinarliga orku.
- at ein umlegging til orku- og tilfeingi grundað á sólina, sum høvuðs-orkukeldu, vil hava við sær avgerandi týdning fyri framtíðina og alla samfelagsmenning.
- at búskaparliga tilgongdin, grundað á steinrunnu orkuna, verður løgd um til eina vistfrøðiliga og burðardygga orkuveiting grundað á sólina, tá bert henda kann steðga einsrættan av búskapi og mentan, og seta ístaðin eina fjølbroytta tilgongd og menning til eina framtíð, ið tekur hædd fyri og tryggjar mannaættina og náttúruna.
Økisskipanir
Nógv er tosað um ov stóran yvirbygnað og ov nógv stýri, tó tað ikki skerst burtur, at spurningurin ikki er, hvussu fá stýri, vit skulu hava, men harafturímóti hvørji stýri eru neyðug fyri at skipa og reka samfelagið á skilagóðan hátt.
Sitandi landsstýri hevur havt sum mál at leggja so nógvar landsuppgávur út til privatu vinnuna og kommunurnar at taka sær av sum gjørligt. Greitt er ikki, hvørjari langtíðarætlan landsstýrið arbeiðir eftir, men uppgávur og fylgjandi ábyrgd eru í nøkrum førum longu løgd út til áður nevndu. Eisini eru landsuppgávur/stovnar fluttir frá landsumsitingini í høvuðsstaðnum og út á ávísar kommunur, tó at ábyrgd og arbeiðið verður liggjandi hjá landsstýrinum. Einskiljing hevur verið yvirskriftin, og má í tí sambandinum nevnast ætlanin at selja alla kongsjørð. Hetta tykist sera undrunarvert, eftirsum eingin langtíðarætlan finnist viðv. t.d. ferðavinnumálum, umhvørvis- og friðingarmálum, og so orkumálum, bert fyri at nevna nøkur fá dømi.
Lukkutíð fyri tann hagaeigara, sum vísir seg at hava øll rættindi á síni ogn, ið kann vísa seg at verða allarbesta vindmylluøki. Ognartøka aftaná at hava selt sína egnu jørð, vegna vantandi langtíðarplanlegging, kann kosta landsins borgarum dýrt - og ravmagnskostnaðurin verður hareftir.
Skilligt er, at lógarsmíð til skipan av planleggingargrundarlagi okkara er mangulfult og ótíðarhóskandi. Náttúrufriðingarlógin eigur at dagførast og byggi- og býarskipanarlógin at endurskoðast og skipast til eitt hægri planleggingarstig, nevniliga lands- og økis(región)planlegging. Við lóg um lands- og regiónplanlegging kann landsstýrið hava tamarhald á støðuni, samstundis sum kommunurnar hava púra greiðar langtíðarætlanir at halda seg til - og samstarva um. Kommunurnar royna í førum at leggja saman í størri eindir, har áhugi og semjur kunnu fremjast. Frá landsins síðu er eingin stýring ella skipan av møguligum samanleggingum, kommunur gera, sum tær vilja, og úrslitið kann blíva ein ruðulleiki, ið tórførur verður at greiða aftur.
Langtíðarætlanir til skipan av landsuppgávum vil nátúrligt blíva ein samanseting av skipanum fyri ávísar regiónir ella størri øki/oyggjar ella oyggjarpartar. Verður Suðuroy brúkt sum dømi, er klárt, at allar kommunur í oynni noyðast í miðvíst samstarv, ið tá ikki letur seg fremja á tilvildarligum kaffifundum eina ella tvær ferðir um árið. Bygdar- og býráðini mugu leggja saman í eitt økis- ella amtsráð, ið verður skipað á sama hátt sum bygdar- og býráð. Uppgávu- og ábyrgdarbýtið verður lagt út til økisráðið at umsita vegna allar kommunurnar í oynni, og fylgir tá við lógargrundarlag, ið tryggjar, at landsstýrið m.a. kann áleggja økisráðnum fyri Suðuroy at útvega upplýsingar til nýtslu í langtíðar- landsplanskipanini.
Ein økis- ella regiónsskipan er partur av einari landsplanskipan, og er endamálið (í stuttum):
at arbeiða fram móti einum støði, har økis- og náttúrutilfeingið verður gagnnýtt út frá burðardyggari heildarmeting.
at økisnýtslan verður skipað soleiðis, at dálking av luft, jørð, vatni óljóði o.ø. verður fyribyrgd við m.a. frægasta skilnaði millum búseting og umhvørvistyngjandi virksemi.
at samskipa einstøku avgerðirnar/evnini innan karmarnar í fíggjarligu samfelagsplanleggingini.