?Ein Big Mac og eina stóra cola?... ?gev mær ein dupultan cheeseburgara?... ?tríggjar barnamenuir uttan augurk?... Hesir setningar ringja nokk fyri oyrunum á arbeiðsfólkunum í stóru altjóða fyritøkuni í SMS, Burger King.
Altjóða amerikanska fyritøkan sá dagsins ljós í Føroyum mikudagin í síðstu viku, og eftir eina viku er niðurstøðan, at sølan hevur verið óvæntað stór.
Nærkast heimsmeti
- Samanborið við fólkatali hevur sølan og inntøkan fyrstu vikuna verið metstór, sigur leiðarin á Burger King í SMS, Bjørg Mohr. Hon vísir á, at tá Burger King hevur opna aðrastaðni í Skandinavia, hevur sølan í mun til fólkatalið verið langt undir tí, føroyingar hava keypt niðri í SMS.
- Hóast vit ikki hava tølini hjá Burger King matstovum um allan heim, var søla okkara fyrsta dagin væntandi heimsmet, og samanbera vit okkum við onnur lond, har Burger King nýliga er opnað, t.d. í Týsklandi fyri stuttum, hevur Burger King í Føroyum hesa vikuna havt eina sølu langt omanfyri tað, onnur lond hava selt.
Bjørg Mohr, leiðari á Burger King, vil helst ikki uppgeva tøl og upphæddir av søluni hesa fyrstu vikuna, men hon kann siga somikið, at sølan hevur verið langt omanfyri tí, væntað varð frammanundan.
Yvir 3000 barnamenuir
Gongdin av sølu fyrstu vikuna hevur verið konstant, men Bjørg Mohr sigur tó, at fyrstu tríggjar dagarnar gekk kykur.
- Sølan gekk við fullari ferð fyrstu dagarnar, og leygardagin høvdu vit selt yvir 3000 barnamenuir. Tá høvdu vit tíverri ongar eftir, men fingu so nýggjar barnamenuir. Hóast sølan hevur verið sera stór alla vikuna, hæsaði eitt sindur av sunnudagin samanborið við dagarnar áðrenn, tá sølan hevði gingið út í eitt, sigur Bjørg Mohr.
Bjørg ynskir ikki at úttala seg um, hvussu tað hevur ávirkað hinar fyritøkurnar, sum eru kappingarneytar hjá Burger King, men hon sigur, at økomomiskt er Burger King best fyri orsakað av stóru søluni fyrstu vikuna.
5% til marknaðarføring
Tá slíkar útlendskar og kanska nakað fremmandu fyritøkur opna í Føroyum, hevur mangan verið at sæð, at sølan er sera góð fyrstu tíðina, men at áhugin hjá kundunum síðani minkar.
Spurd, hvussu Burger King ætlar at varðveita støði og høga kundatalið, sigur Bjørg Mohr, at umframt grundmenuina arbeiðir