Burn: H71 vann á Neistanum og Kyndil vann á KÍF

H71 er fyribils einsamalt oddalið, og Kyndil hevur tryggjað sær triðja plássið í Burn Mansdeildini

Tveir dystir eru higartil leiktir í Burn Mansdeildini í dag.

 

Í Hoyvíkshøllini vann H71 31-25 á Neistanum. Í fyrra hálvleiki leikaði javnt á, og í steðginum var støðan javnleikur 12-12.

 

Bogi Hansen var stórskjútti hjá H71 í dag við 14 málum. Toppskjútti hjá Neistanum við fimm málum var Pauli Høj.

 

Kyndil hevur tryggjað sær triðja plássið í grundspælinum.

 

Í høllini í Kollafirði vann Kyndil 28-26 á KÍF. Í steðginum var støðan javnleikur 15-15.

 

Rasmus Søby var toppskjútti hjá KÍF við sjey málum. William Skovsager og Tobias Thisen vóru toppskjúttar hjá Kyndli við sjey málum hvør.

 

Dysturin millum Team Klaksvík og VÍF í Badmintonhøllini í Klaksvík byrjaði klokkan 17.

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF frá dystinum H71-Neistin 31-25 (12-12):

 

##med2##

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF frá dystinum KÍF-Kyndil 26-28 (15-15):

 

##med3##

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 H71175244388626
 VÍF165104367424
 KYNDIL174804404021
 NEISTIN18481510-2917
 KÍF17429453-2413
 STÍF17478513-3510
 TEAM KLAKSVÍK16391503-1127