Burn: KÍF einsamalt oddalið - Neistin vann greitt á StÍF

Kollfirðingar vunnu harðvunnan sigur norðuri í Klaksvík

Savnsmynd

Savnsmynd

Í Burn mansdeildini er framvegis spenningur um hvør røkkur FM-endspælsplássunum, men hjá summum liðum byrjar tað at síggja gott út.

 

KÍF er aftur einsamalt oddalið aftaná ein harðvunnan 22-21 sigur á Team Klaksvík, ið annars leingi var á odda í dystinum, men móti dystarenda fingu kollfirðingar koppa dystin teirra veg. Team Klaksvík var á odda 12-9 í steðginum. 

 

Neistin kom illa úr startholunum móti StÍF, og var aftanfyri 0-5 aftaná ta fyrstu løtuna. Men so fingu neistamenn rætta væl og virðiliga uppá tingini, og løtuna sum var eftir av fyrra hálvleiki vann Neistin 19-8. Í steðginum var støðan sostatt 19-13 til Neistan, ið megnaði at halda munin í seinna hálvleiki. Glottin hjá StÍF var ungi Bjarni í Selvindi sum skoraði heili 11 mál. 

 

Neistin-StÍF 36-30 (19-13)

 

Málskjúttar Neistin: Rasmus Søby 7, Felix Már Kjartansson 5, Ágúst Ingi Óskarsson 5, Hanus Árason 5, Ísak Vedelsbøl 4, Jóhannus Bjørgvin 3, Johannes Kragesteen 2, Tróndur J. Kragesteen 2, Karl Martin Olsen 2, Finnur Hansson 1. 

 

Málskjúttar StÍF: Bjarni í Selvindi 11, Ivan Mrdalo 6, Sveinur Justinussen 4, Pætur Barclay 3, Jóannes Prestá 3, Dávid Danielsen 2, Steinar Prestá 1.

 

Team Klaksvík-KÍF 21-22 (12-9)

 

Málskjúttar Team Klaksvík: Vuk Stevanovic 9, Valentino Valentakovic 3, Vilhelm Vilhelmsen 3, Ludvík Súnason 3, Hans Arni Thomsen 1, Sámal Jákup Djurhuus 1, Jens Pauli Mohr 1. 

 

Málskjúttar KÍF:  Morten N. Kristensen 8, Hans Eli Sigurbjørnsson 6, Tony Weyhe 3, Rúni Joensen 2, Nicklas Selvig 2, Fríði Weyhe 1. 

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 KÍF71901741612
 VÍF92552361910
 H716185145408
 NEISTIN824123298
 TEAM KLAKSVÍK8224225-17
 KYNDIL9216261-456
 STÍF9247285-385
Savnsmynd

Savnsmynd