Burn: KÍF vann á StÍF í høllini á Skála

Kollfirðingar togaðu seg upp á eitt fjórða pláss við sigrinum á StÍF

Ein dystur var í kvøld leiktur í Burn mansdeildini.

 

Í høllini á Skála eydnaðist tað KÍF at vinna 28-26 á heimaliðnum, StÍF. Í steðginum vóru kollfirðingar á odda 14-11.

 

Tá færri enn tríggir minuttir vóru eftir at leika var støðan javnleikur 26-26. Tá eydnaðist KÍF at skjóta tvey mál uttan, at StÍF svaraði aftur.

 

Pauli Rasmussen var toppskjútti hjá StÍF við átta málum. Tórur Joensen var toppskjútti hjá KÍF við átta málum. 

 

Komandi mikukvøld klokkan 19.30 tekur Neistin móti H71 í høllini á Hálsi í Havn. 

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum á Skála:

 

##med2##

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
StÍF6178164148
VÍF5157129288
Kyndil513712898
KÍF6151154-35
Neistin5123125-25
H715145149-44
Team Klaksvík6150192-420