Einasta uppgerðin sum fer til eina triðju og avgerandi FM-hálvfinalu er uppgerðin í Burn mansdeildini millum KÍF og VÍF.
Farna hóskvøld vann VÍF 27-26 á KÍF í høllini í Kollafirði, og í kvøld vann KÍF aftaná ein sera dramatiskan og spennandi dyst í høllini í Vestmanna 34-32 aftaná longda leiktíð. Aftaná vanliga leiktíð var støðan javnleikur 29-29, og í steðginum var støðan javnleikur 18-18.
Liðini skiftust um at vera á odda í vanligu leiktíðini, men í longdu leiktíðini legði KÍF seg á odda 32-29 áðrenn VÍF megnaði at svara. VÍF klára at minka til 31-32 og 32-33, men kom ikki nærri.
Fyri VÍF var tað eitt stórt afturstig, at stórskjúttin, Filip Jojic mátti út við skaða.
Liðini møtast aftur í høllini í Kollafirði hóskvøldið 31. mars at spæla triðju og avgerandi hálvfinaluna.
VÍF-KÍF 32-34 (29-29 - 18-18) - Støðan er 1-1 í samlaðu hálvfinaluuppgerðini.
HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:
##med2##