H71 er langt fremst í Burn mansdeildini. Teir eru nú sjey stig frammanfyri StÍF og Kyndil.
H71 vann í kvøld 38-34 á júst StÍF í høllini á Skála. Tað lá serliga væl fyri í fyrra hálvleiki hjá hoyvíkingum, ið vóru á odda 21-13 í steðginum.
Pauli Rasmussen var við 12 málum stórskjútti hjá StÍF. Við níggju málum var Brian Slyne toppskjútti hjá H71.
Í høllini á Hálsi í Havn eydnaðist tað Kyndli at vinna 23-21 á VÍF. Í steðginum var VÍF á odda 11-10. Tá fýra minuttir vóru eftir av dystinum var støðan javnleikur 21-21. Seinastu løtuna megnaði bara Kyndil at skjóta mál, og kundu teir fegnast um ein góðan sigur.
William Skovsager var við seks málum toppskjútti hjá Kyndli. Við átta málum var Filip Jojic toppskjútti hjá VÍF.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá kvøldsins dystum, umframt støðuna í deildini:
##med2##
##med3##
##med4##














