Burn: Kyndil vann í Hoyvíkshøllini - støðan er javnleikur 1-1 í FM-finalunum

Tað vera minst fýra FM-finalur í Burn mansdeildini

Tað stendur á jøvnum 1-1 í FM-finaluuppgerðunum í Burn mansdeildini.

 

Kyndil vann í kvøld 33-31 á H71 í Hoyvíkshøllini. H71 var á odda við einum máli í steðginum, 18-17.

 

Tá 12 minuttir vóru eftir var H71 á odda 29-26, men seinastu løtuna lá væl betri fyri hjá Kyndli, tá málverjin, Tórður Guttesen framdi góðar bjargingar, og gamli revurin, David Edvardsen traðkaði í karakter í avgerandi álopsstøðum. 

 

Triðja FM-finalan verður leikt í høllini á Hálsi komandi sunnudag klokkan 18. Og tríggjar dagar seinni, mikukvøldið 30. apríl klokkan 20.15 spæla liðini fjórðu FM-finaluna. Spælt verður best av fimm dystum.

 

Toppskjúttar H71: Høgni Heinason 8, Brian Slyne 7, Sakaris Sakarisson 5, Jákup Egholm 4. 

 

Toppskjúttar Kyndil: Jákup Jørgensen 8, Tobias Thisen 6, David Edvardsen 5, Rógvi Dahl-Christiansen 4. 

 

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin:

 

##med2##