Burn mansdeildin: Kyndil tapti fyri Team Klaksvík á heimavølli

Her eru úrslitini frá dystunum í Burn mansdeildini

Tveir dystir vóru spældir í Burn mansdeildini í dag.

 

Vit hava fingið staðfest, at VÍF vann 31-30 á StÍF í høllini í Vestmanna, men eingin dómaraseðil er tøkur frá dystinum. 

 

Í høllini á Hálsi í Havn vann Team Klaksvík 26-21 á Kyndli. Í steðginum var Team Klaksvík á odda 13-12.

 

Tá Team Klaksvík var á komið á odda 20-16 gjørdist leiðslan ongantíð minni enn tvey mál. Kyndil kom upp á 21-23 tá færri enn fimm minuttir vóru eftir, men seinastu løtuna skoraðu klaksvíkingar trý mál uttan, at kyndilsmenn megnaðu at svara aftur.

 

VÍF er oddalið við 15 stigum, og KÍF er næstfremst við 14 stigum. H71 og Team Klaksvík hava níggju stig hvør, og Neistin hevur seks stig á fimta plássi. StÍF er næstaftast við fimm stigum, og Kyndil er aftast við tveimum stigum.

 

HER er dómaraseðilin frá Kyndil-Team Klaksvík 21-26 (12-13) frá hsf.fo: 

##med2##