Burn: Team Klaksvík koppaði oddaliðnum í Vestmanna

Jens Pauli Poulsen skoraði sigursmálið fyri Team Klaksvík tá seks sekund vóru eftir av dystinum

VÍF hevði í kvøld møguleikan at leggja seg sjey stig framum KÍF og H71, og harvið tryggjað sær at hava vunnið grundspælið í Burn Mansdeildini.

 

Men tað hendi ikki tá VÍF tók móti Team Klaksvík á heimavølli í høllini í Vestmanna í kvøld. 

 

Heldur óvæntað vann Team Klaksvík dystin 30-29. Jens Pauli Poulsen skoraði sigursmálið tá bert seks sekund vóru eftir av dystinum.

 

VÍF var annars á odda 14-11 í steðginum, og tá 50 minuttir vóru farnir av dystinum vóru vestmenningar á odda 26-22. Men seinastu 10 minuttirnar vóru klaksvíkingar omaná, og knógvaðu seg framum í seinastu løtu.

 

Umframt hørðu kappingina millum KÍF og H71 um annað plássið, ið gevur beinleiðis atgongd til FM-hálvfinalurnar, so er eisini hørð kapping millum Neistan, Team Klaksvík og StÍF um at tryggja sær fjórða plássið, ið gevur heimadyst í FM-fjórðingsfinaluni.

 

##med2##

 

Her er dómaraseðilin frá HSF:

 

##med3##