Nýggi bretski forsætisráðharrin, Andy Burnham, hevði í dag sína fyrstu samrøðu við Mette Frederiksen sum stjórnarleiðari. Tey vóru samd um at styrkja samstarvið um trygd, Ukraina og innflyting. (Savnsmynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

Burnham vil styrkja sam­starv­ið við Dan­mark um inn­flyting

Nýggi bretski forsætisráðharrin, Andy Burnham, sigur, at Bretland hevur nógv at læra av donsku tilgongdini til innflyting, og hann ynskir eitt tættari samstarv við Danmark á økinum.

Nýggi bretski forsætisráðharrin, Andy Burnham, hevði í dag sína fyrstu samrøðu við Mette Frederiksen sum stjórnarleiðari. Tey vóru samd um at styrkja samstarvið um trygd, Ukraina og innflyting. (Savnsmynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

Tað skrivar stjórnin hjá Burnham í eini fráboðan, eftir at hann hósdagin hevði telefonsamrøðu við donsku forsætisráðfrúuna, Mette Frederiksen.

Eisini danska Forsætismálaráðið váttar samrøðuna.

– Danmark og Bretland eru tættir sameindir, og vit eru samd um at styrkja samstarvið um trygd og verju, stuðul til Ukraina og innflyting, skrivar Mette Frederiksen á X.

Bæði Danmark og Bretland hava áður havt ætlanir um at senda umsøkjarar um friðskjól til Rwanda, har umsóknirnar skuldu viðgerast. Men hesi uppskotini eru seinni løgd til viks í báðum londunum.

Andy Burnham tók mánadagin við sum forsætisráðharri eftir Keir Starmer.

Í samrøðuni við Mette Frederiksen endurtók Burnham eisini bretska sjónarmiðið um Grønland.

Sambært bretska forsætisráðharranum eigur framtíðin hjá Grønlandi einans at verða avgjørd í samstarvi millum grønlendingar og Danmark.

Donald Trump, forseti í USA, hevur fleiri ferðir sagt, at hann ynskir, at USA fær tamarhald á Grønlandi.