Elnetið í Sandoynni styrkt

Tørvurin á elorku í Sandoynni er munandi øktur, og tørvur er á enn meiri orku fyrstkomandi árini. Tað er í høvuðsheitum smoltstøðin hjá Bakkafrosti í Skálavík, sum hevur tørv á hesi orku.

 

Sum er brúkar Sandoyggin umleið 1,5 til 2 megawatt. Tá smoltstøðin er liðug og virkin, fer samlaða nýtslan at liggja um 7 megawatt, skrivar sev.fo.

 

Hetta krevur væl meira av elnetinum, og neyðugt er at lyfta elnetið upp frá 10 kV til 20 kV fyri betur at kunna flyta meiri mátt.

 

Fyri at kunna lyfta elnetið upp á 20 kV er neyðugt at skifta verandi 10 kV transformarar út við transformarar, sum kunnu koyra við 20 kV. Okkara fólk hava tí seinastu dagarnar og næturnar arbeitt av øllum alvi við at skifta teir 14 10 kV transformararnar í eystaru helvt av Sandoynni út við nýggjar 20 kV transformarar.

 

Mánakvøldið 20. juli og inn í týsnáttina 21. juli blivu hesir nýggju 20 kV transformarar koblaðir á netið. Hetta kann ikki gerast, uttan at bróta streymveitingina av í meðan arbeitt verður, og tí verður tað gjørt um náttina, tá tað órógvar minst.

 

Hetta arbeiðið er væl fyrireikað frammanundan, og á kvøldinum hittust nakrir fyrst á Landavegnum fyri at samskipa við koblingsleiðaran. Síðani suður á koblingsstøðina á Sandi fyri at leggja ætlan fyri hvør ger hvat, meðan tað byrjar at skýma uttanfyri.

 

Stutt fyri midnátt fara toymini í hvør sítt herðashorn til trafostøðirnar í oynni.

 

Arbeiðið verður gjørt í stigum. Teir kobla út, jørða, trina, máta spenning, seta inn aftur, bíða eitt korter, og um alt er í lagi, verður brúkarin settur á aftur.

 

Alla tíðina við sambandi til koblingsleiðaran í kontrollrúminum á Landavegnum, sum hevur samlaða yvirlitið.

 

Alt gekk sera væl, og kl. 02.35 var alt yvirstaðið, og ljós var aftur í eystaru helvt av Sandoynni.

 

Tað eru 7 ár síðani, at seinasta linja í Sandoynni varð tikin niður, tá liðugt var at leggja alt elnetið í oynni í kaðal. Nú er elnetið eisini styrkt við nýggjum transformarum í eystaru helvt. Elnetið, sum førir streym til Sands og Skopunar verður væntandi somuleiðis styrkt í september, tá vit fáa 60 kV netið sett til.