Fyrrapartin hevur tíðindafundur verið um staðfesting av nýggja Tjóðleikhúsinum, sum sitandi landsstýrissamgonga í sínum samgonguskjali sigur skal byggjast - við tí endamáli at vísa fram og geva skapandi listini góðan gróðrarbotn.
Tað var í november í 2020, at landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, skrivaði út arkitektakapping um Tjóðleikhús.
Kappingin er í tveimum stigum, har fyrsta stigið er staðsetingin av Tjóðleikhúsinum í Havn. Uppskotini um staðseting skuldu vera inni 2. februar, og tað vóru hesi, sum vórðu løgd fram á tíðindafundinum fyrrapartin.
Tað er ein dómsnevnd við luttøku av tveimum útlendskum fakdómarum, sum hevur viðgjørt innkomnu uppskotini um staðseting. Formaður í dómsnevndini er Ólavur Jøkladal.
Niðurstøðan hjá dómsnevndini er, at økið við Bursatanga í Havn er best egnaða staðseting fyri Tjóðleikhúsið.
##med2##
- Ein bygningur við Bursatanga kemur at standa á markamótinum millum bý og havn, millum land og hav. Eitt tjóðleikhús á hesi staðseting, sum er lutfalsliga nær Kongabrúnni, kann virka sum ein inngongd ella ein portalur til miðbýin, bæði frá sjógvi og landi, er niðurstøðan hjá dómsnenvdini.
Á tíðindafundinum luttóku Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og Ólavur Jøkladal, dómsnevndarformaður.
In.fo at venda aftur til málið um staðseting av tjóðleikhúsi í seinni greinum á In.fo í dag.
##med3##