Danska fótbóltssambandið, DBU, hevur gjørt av at innføra nýggjar reglur um ungdómsfótbólt. Í øllum førum, tá talan er um børn upp til 12 ára aldur.
Størsta broytingin er helst, at talan ikki longur verður um nakra DM-kapping. Ístaðin verður talan um fleiri vikuskiftis-stevnur kring alt landið, har stórur dentur verður lagdur á sosialu samveruna og stuttleikan við fótbóltinum.
Í frágreiðing til broytingarnar staðfestir DBU, at teir við hesum vilja steðga miðvísu »úrslita-hugsanini« sum í alt ov stóran mun ger seg galdandi í yngstu aldursbólkunum.
- Tað skal vera liðugt við smáum børnum á stórum vøllum. Liðugt við venjarum, sum bara hugsa um úrslit. Liðugt við »fiskaríi« av spælarum á yngru liðum. Liðugt við geylandi foreldrum á síðulinjuni. Í framtíðini skal barna- og ungdómsfótbóltur spælast eftir fortreytunum hjá børnunum. Hesi skulu hava vøllir og bóltar, sum hóska til teirra stødd, og so vítt, sum tað yvir høvur er gjørligt, skal fótbólturin hjá teimum yngstu verða eitt spæl, heldur enn kapping.
Soleiðsi ljóðar partur av frágreiðingini, sum liggur handan broytingarnar. Stórur dentur verður nú lagdur á, at smærri fótbóltsvøllir verða lagdir kring alt Danmark, soleiðis sum vit eisini hava sæð tað her í Føroyum við nýggju sparkivøllunum. Enn er stigið tó ikki tikið fult út her heima, men tað eru helst fleiri, sum halda, at royndir við hesum væl kundu verið gjørdar.
Endamálið er fyrst og fremst at styrkja um breiddina, sum fótbólturin hevur. Hartil er eisini ætlanin, at børn í yngstu árgangunum hava ein størri tørv á at læra tekniskar dygdir við bóltinum, heldur enn at læra seg harða vinnaramentalitetin á so ungum árum. Við smærri vøllum verður talan eisini um fleiri bóltrøringar hjá hvørjum einstøkum spælara, og bara hetta í sjálvum eigur eisini at geva úrslit, verður sagt í frágreðingini.