Burtur við trupulleikunum

Føroysku bogaskjúttarnir høvdu eitt loynivápn við sær á Oyggjaleikum

Liðleiðarin hjá føroysku bogaskjúttunum á Oyggjaleikum, Per Holm Andersen, hevði eina helst serliga uppgávu at røkja fyri liðið hesaferð.

Tað var nevnliga hansara lutur at bera allar trupulleikar, sum skjúttarnir høvdu, soleiðis at hesi einvíst kundu hugsa um skjótingina.

- Undan kappingunum – ella um tey brádliga skjóta illa – fari eg til skjúttarnar við mínum keppi. Og boðini til skjúttarnar eru púrasta greið. Tey skulu taka sínar húgvur, og oysa allar trupulleikar og forðingar yvir í mín kepp, tí eg skal ikki skjóta kortini.

- Og tað sær út til at rigga. Fyrsta dagin gekk ikki nakað serligt, men síðani hava tey skotið sum einglar, segði Per Holm Andersen, tá vit tosaðu við hann á leikunum hósdagin.

Og her á blaðnum fáa vit bara givið honum rætt. Við seks gullmerkjum gjørdu førosyku skjúttarnir í øllum førum sítt í metstóru heiðursmerkjainnsavnanini.