Burtuspilt arbeiði at svara Bjarna Djurholm

? Hevði landsstýrismaðurin hildið seg til mannagongdina, høvdu vit sloppið undan øllinum rumblinum um uppskotini um arbeiðsmarknaðin, sigur Jenis av Rana, sum eisini er í samgonguni

Samgongustev

? Bjarni Djurholm verður noyddur at taka uppskotið um arbeiðsmarknaðin aftur. Og tá ið málið verður tikið upp til nýggja viðgerð, eigur hann at halda seg til mannagongdirnar.
Jenis av Rana er formaður í Miðflokkinum, sum eisini er í samgongu. Og hann er ikki samdur við Bjarna Djurholm um uppskotini, sum arbeiðsmarknaðin.
Sostatt tykist sum um Bjarni Djurholm verður meiri og meiri einsamallur við uppskotinum, hann hevur gjørt um ymisk viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum, tí áður hevur tjóðveldisflokkurin hvassliga funnist at landsstýrismanninum fyri at leggja tey fram.

Er ikki viðgjørt
Tjóðveldisflokkurin hevur víst á, at Bjarni Djurholm hevur ikki latið uppskotini fáa tað neyðugu, politisku viðgerðina, áðrenn hann legði tað fram.
Og tað er Jenis av Rana púra samdur í.
? Bjarni Djurholm hevur ikki fingið góðkenning frá samgonguni at leggja hetta uppskotið fram. Tað er rætt, at samgongan hevur biðið hann arbeiða við málinum, men uppskotið, sum hann hevur lagt fram, er als ikki viðgjørt í samgonguni.
Formaðurin í miðflokkinum sigur, at tí hevur Bjarni Djurholm ikki hildið seg til mannagongdina.
? Landsstýrismaðurin hevur sent flokkunum í samgonguni uppskotið. Men eg tímdi ikki at svara uppá tað, tí tað er burturspilt arbeiðiði og tað havi eg ikki stundir til.
Tað, sum Jenis av Rana sipar til, er, at Bjarni Djurholm átti at lagt tað ítøkiliga uppskotið fyri landsstýrið, men tað hevur hann ikki gjørt.
? Hevði hann gjørt tað, hevði hetta uppskotið verið steðgað longu tá.
Men tá ið Landsstýrið so hevur góðkjent eitt uppskot, verður tað sent politisku flokkunum til viðmerkingar.
Men av tí, at uppskotið frá Bjarna Djurholm ikki er viðgjørt og góðkent í landsstýrinum, má tað metast sum um tað ikki er liðugt og eg tímdi heilt einfalt ikki at viðgera eitt uppskot, sum ikki er liðugt.
? Og um so var, at landsstýrið hevði góðkent akkurát hetta uppskotið, er tað ikki landsstýrið, sum skal samtykkja tað og tí má málið eisini leggjast fyri flokkarnar, fyri at vita, um undirtøka er fyri tí, men tað er tað ikki gjørt og tí átti tað ikki at verðið lagt fram.

Má byrja av nýggjum
Jenis av Rana leggur eisini dent á, at landsstýrismaðurin hevur heldur ikki spurt partarnir á arbeiðsmarknaðinum, hvat teir halda um uppskotið, áðrenn tað varð lagt fram.
Tí má uppskotið hjá Bjarna Djurholm metast sum hansara egna uppskot til, hvussu viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum skulu skipast.
? Tí er tað burturspilt arbeiði hjá politisku flokkunum at viðgera tað. Vit taka ikki støðu til politisk mál á hasum støðinum. Men tá ið uppskotið hevur verið ígjøgnum alla mylluna, og hevur fingið að neyðugu viðgerina, bæði politiskt og hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, vilja vit fegin viðgera tað í flokkinum.
Jenis av Rana sigur, at tí hevur Landsstýrismaðurin vent málinum á høvdið og tí verður hann noyddur at byrja av nýggjum.
Hann sigur, at hevði hann fylgt mannagongdini, varð uppskotið langt síðani steðgðað og so høvdu vit sloppið undan ósemjuni í samgonguni.
Hann leggur afturat, at tí skilir hann eisini atfinningarnar hjá tjóðveldisflokkinum.
Hann dugir heldur ikki at síggja, hvussu tað skal bera til at seta uppskotið hjá Bjarna Djurholm í verk.
?Tað er alneyðugt, at hetta verður gjørt í samráð við arbeiðsmarknaðin. Tað ber ikki til at seta eitt uppskot í verk, sum stórir partar av arbeiðsrmarknaðinum so avgjørdir eru í móti. Ætlanin við at broyta lógirnar á arbeiðsmarknaðinum er at skapar meiri frið. Men hesi uppskotini skapa enn størri ósemjur og tí ber ikki til at seta tað í verk.