Bush fekk ikki frið at leggja krans

Fleiri hundrað svartir amerikanarar róptu rakstrarróp eftir Bush, forseta, tá hann legði krans á grøvina hjá Martin Luther King

Á forsetavalinum seinast fekk George W. Bush minni enn tíggju prosent av atkvøðunum frá teimum svørtu í USA, og at hann ikki er væl lýddur teirra millum, fekk hann at kenna, tá hann fyrradagin var í Atlanta og legði ein krans á grøvina hjá borgararættindastríðsmanninum Martin Luther King, sum varð myrdur í 1968.

Martin Luther King hevði fylgt 75 hósdagin, og tí var forsetin komin at leggja ein krans á grøv hansara. Men fleiri hundrað svørt órógvaðu vitjanina við rakstrarrópum sum "Bush go home" og "peace not war". Summi teirra bóru skelti, sum søgdu, at tey vildu heldur hava forsetan at brúka pengar til bústaðir enn kríggj, og á øðrum skeltum varð funnist at forsetanum, tí fólk hildu hann misnýta grøvina hjá Martin Luther King í valstríðnum upp undir forsetavalið í heyst.