Tað skrivar Hagstovan:
– Í Norðurlondum er vøksturin størstur í Íslandi. Í Danmark er búskaparvøksturin eins stórur sum í Føroyum. Hinvegin minkaði búskapurin í Svøríki og Finnlandi, skrivar Hagstovan
– Bruttotjóðarúrtøkan er eitt mát fyri samlaðu virðisskapanina í einum landi. Tá bruttotjóðarúrtøkan er gjørd upp realt ella í føstum prísum, ber til at máta, um mongdin av framleiddum vørum og tænastum veksur ella minkar, uttan mun til prísgongdina, skrivar Hagstovan á uppslag á Facebook og endar við hesum:
– Nørdast meira her: hag.st/btu_2023