Bussar fyri 20 milliónir

MVH - Maskinverkstaðurin á Hjalla læt leygardagin 6. desember sjey nýggjar Volvo bussar til busseigararnar Jón Thomasen í Kvívík og Heðin Zachariassen í Streymnesi.

Heðin fekk fýra bussar, meðan Jón fekk tríggjar í fyrstu atløgu og fær ein afturat seinni í hesum mánaðinum. Jón Thomasen og Heðin Zachariassen koyra báðir fyri Bygdaleiðir. Bussarnir eru uppbygdir á Carrus-verksmiðjuni í Finnlandi og kosta umleið 2,5 milliónir hvør. Tá Jón Thomasen hevur fingið sín buss, hava teir keypt átta bussar fyri umleið 20 millónir.


Talan er um 47 persóna Volvo 9700 bussar við 12,0 litra motori og i-shift manuellum girkassa við automatiskum girskifti. Bussarnir eru uppbygdir sum turistbussar við komforti á sera høgum støði.


MVH - Maskinverkstaðurin á Hjalla selur Volvo bussar, lastbilar umframt Volvo og Comatsu entreprenørmaskinur.