Tólv fólk fingu skaða, tá teir bussar stoyttu saman í Svøríki í dag Fimm russisk ferðafólk fingu álvarssaman skaða, tá tveir bussar stoyttu saman í Dalarna í Svøríki í dag. Sjey onnur fólk fingu smærri snuddir.
Svenska løgreglan sigur, at annar bussurin var russiskur, og at hann var fullur av ferðafólki, sum vóru komin úr Sankta Pætursborg.
Tað er ikki greitt, hví óhappið hendi, men løgreglan sigur, at vegurin var hálur, og at tann russiski bussurin rendi í afturendan á hinum bussinum.