Bussleiðin í Klaksvík royndarkoyrt í morgin

Frá í morgin verður bussleiðin í Klaksvík royndarkoyrd. Byrjað verður við bussteðgiðstaðið á Sandinum. Tveir bussar eru og koyra teir 18 minnuttir yvir og 48 minuttir yvir fullan tíma.

 

Fyrsti túrur av Sandinum er klokkan 07.30. Annar Bussurin fer tá eftir vestursíðuni og hin eftir eystursíðuni og steðga bussarnir tá við skúlan áðrenn kl 8. Hetta sum ein serlig skúlafarleið.

 

Eftir klokkan 18 verður koyrt einaferð um tíman av Sandinum - 48 minuttir yvir hvønn fullan tíma.

 

Hinar túrarnar fara bussarnir út eftir Klaksvíksvegi og so heimaftur eftir ovasta vegi, heim eftir ringvegnum og oman gjøgnum Bøgøtu, niðan eftir Gerðagøtu, norður eftir Kráargøtu, Kjalarvegi, Helnabrekku, Skáltavegi og heimaftur á Sandin eftir niðasta vegi og tekur farleiðin ½ tíma at koyra.

 

TRÝST HER fyri at síggja kort sum vísir, hvar bussarnir koyr

 

Mánadagin, 18. august, tá ið skúlarnir byrja, verður bussleiðin alment tikin í nýtslu. Tó verður bussleiðin leypandi eftirmett og kunnu tíðir og steðgistøð broytast og verður tá kunnað um tað á heimsíðuni hjá Klaksvíkar kommunu – www.klaksvik.fo.