Bústaðir hava keypt 24 íbúðir á Heimasta Horni í Tórshavn frá SP/F Íbúðir Undir Gráasteini, ið BankNordik hevur fíggjað.
Harvið vátta tey eisini søguna, sum in.fo visti at siga leygardagin, men sum Andras Róin, stjóri í Bústøðum, ikki ynskti at viðmerkja tá.
Les eisini Bústaðir keypir 24 íbúðir
Talan er um Heimasta Horn nr. 36 og nr. 38, ið eru vestastu eindirnar í byggjarínum. Íbúðirnar, ið allar eru høvuðsumvældar, verða nú yvirtiknar av bústaðafelagnum. Søluprísurin var 38,4 milliónir krónur.
Bústaðafelagið, sum lat upp fyri innliman í september 2013, hevur umleið 1200 limir, ið ynskja sær ein leigubústað í Suðurstreymoy. Hóast fleiri verkætlanir eru ávegis í Tórshavn, so gongur eitt ár, áðrenn tær fyrstu av hesum íbúðum verða til taks.
- Keypið ger, at vit kunnu framskunda okkara útboð av leigubústøðum í høvuðsstaðarøkinum, og møta stóra eftirspurninginum, sigur Andras Róin, stjóri á Bústøðum, í skrivi sent miðlunum.
Væntandi verða íbúðirnar klárar at flyta inn í fyrst í mai mánaði, og Bústaðir fara í næstum at kunna nærri um hetta nýggja tilboðið til okkara limir.