»Býarbólkurin« longu býtt Føroyakortið sínámillum

? Vit mótmæla nú harðliga at nakrar kommunur sláa seg saman undir einum felagsheiti, sum »Kommunur við býarheiti« og tykjast arbeiða miðvíst soleiðis, at ikki bert ein byrjandi maktgirnd hómast, men tykist brotin út í ljósan loga, siga borgarstjórarnir í seks av teimum »smærru« kommunum, sum rópa varskó til Kommunufelagið og allar politikarar innan- eins og uttan fyri »býarfelag, løgting og landsstýri

Umboð fyri omanfyrinevdu kommunur vórðu á fundi tann 16. februar 1998 einmælt samdar um:

»at rópa varskó« til kommunufelagið, allar kommunalpolitikkarar innan- eins og uttanfyri »býarfelag«, løgting og landsstýrið.

Tá tað tykist okkum, sum kommunufelagið ger alt ov lítið við støðuna, nú ein »býarbólkur« avgreiðir stórmál sum kommunusamanlegging, kommunuskuld, ja, beinleiðis longu hevur býtt Føroyakortið sínámillum, vilja vit heita á kommunufelagið nú beinanvegin at fara til verka og steðga »býarbólkinum« í sínum sjálvdrátti.

Hóast vit øll vita, at hetta við kommunusamanlegging er eitt sera eymt evni, hava kommunurnar roynt, helst ov nógv - at givið frið »meðan tingið situr«, - ímeðan tann av landsstýrinum setta kommununevnd arbeiðir.

Vit mótmæla nú harðliga tí, ið gongur fyri seg, s.s., at nakrar kommunur sláa seg saman undir einum felagsheiti, sum »Kommunur við býarheiti« og tykjast arbeiða miðvíst soleiðis, at ikki bert ein byrjandi maktgirnd hómast, men tykist brotin út í ljósan loga. Býar-»heitið« ella ikki, hópin av kommunum liggja so tætt uppat hesum í fólkatali, at hesar sjálvandi ikki kunnu finna seg í tí, ið fer fram innan eins og uttan hesi leiktjøld. T.d. kundu 2 kommunur lættliga umboða størri fólkatal enn hesar. Tær kommunur, ið eru innan Føroya Kommunufelag og enntá hava fingið størri ávirkan innan henda felagsskap, men um somu tíð nýta orku sína uttanfyri høvdu skjótt verið »eksluderaðar«, - um talan var um t.d. eitt fakfelag.

Hesin býarbólkur, ið bæði er umboðaður av kommunum innan sum uttan Føroya Kommunufelag, hevur fundast og tykist alt meiri longu hava býtt »grindina« =Føroya Kortið = Føroya Fólk - sínámillum. Hesar fáu kommunur tykjast bert kunna »samstarva« í løtuni, tí tær á henda hátt fáa ansað eftir hvørji aðrari, - so hinar ikki fáa størra »grindapartin«. Tær skjóta nú upp, at tær »hjálpa« teim mest skuldnarbundnu kommunum við at lata teirra part í kreppulánsgrunninum fara til hetta endamál. Hetta skal enntá gerast beinanvegin og verða skrumblað ígjøgnum innan 14 dagar - ja, verða leyst og liðugt til, at Tórshavnar býráð kundi samtykkja »at lata« sín part úr veðhaldsgrunninum longu nú á býráðsfundinum hósdagin tann 19. í h.m.! Hesin veðhaldsgrunnur, ið allar kommunurnar og landsstýrið hava bundið seg til í avtalu við allar lánikreditorar, skal hava 100 mió. kr. tøkar í veðhalds-grunni. Ein stórur, tungur og bindandi sáttmáli, ið ikki gongur út fyrr enn 1. des. 2.000.

Nakrar mánaðir áðrenn kommununevndin skal verða liðug og áðrenn løgtingsval? - fer nevndarlimur í kommunudini, embætismaður umboðandi størstu kommunu í landinum - saman við formanni í »býarfelagnum«, býtir veðhaldsgrunnin út, býtir Føroya kortið og leggur á, at hetta skal verða liðugt innan 1. býráðsfund í Havn tann 19. februar 1998!!??

Sjálvandi liggja treytir við tílíkum »beinasemi« um »hjálpina« - nevnd omanfyri. Til tess at undirstrika álvaran í hesi støðuni fyri kommunum uttanfyri »býarbólkin«, skulu vit her bert taka tvinnar fram:


1.samanlegging beinanvegin og treytaleyst - les: undirleggjast teimum í »býarbólkinum«


2.alt tos um útjavning skal hereftir bannlýsast


Ikki er frítt, at mett verður, at tær fáa ávísan stuðu lúr landsstýrinum til hetta ódámliga arbeiði. (»Målet helliger midlet«).

Vit spyrja nú, hvør hevur givið hesum fáu kommunum rætt til at fara soleiðis fram, sum alt meiri kemur til sjóndar og bert partvíst er roynt at avdúka her? »Vi alene vide, hvad er til folkets bedste«. Hesi orðini frá danska einaræðinum, vórðu tey, ið fekk fólk har at rakna við og endaði hetta seinri við sjálvari grundlógini.

Onki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt: eitt av tí mest grundleggjandi, ið flestu av »hinum« kommununum kring landið óttast mest fyri við samanleggingum, er júst maktgirndin hjá teimum »størstu« - og her sæst nú sjón fyri søgn.

Innan kommunufelagið er farið undir at umrøða, hvat skal henda við kommunuskuldini, tá skuldaravtalan gongur út pr. 1. des. 2.000. Hetta arbeiði varð byrjað fyri seinasta árslok og gongd sett á beint eftir árslok. Hetta varð hildið gleðiligt, at felagið legði út í so góðari tíð, ásannandi, at málið hevur nógvar síðir og alt ov nógv verður blandað uppí, men til tess at kommunurnar kundu nýta tíðina at finna hvønn annan og liviligastu loysnina.

Undirritaðu kommunur loyva sær at heita á kommunurnar í »býarbólkinum«, allar hinar kommunurnar í landinum, løgting og landsstýrið um nú at sinna seg og viðgera hesar átrokandi trupulleikar meiri í felag og við virðing fyri hvørjum øðrum og ikki við hóttanum, men við meiri skili, og í einum størri felagsanda finna loysnir á trupulleikunum. Somuleiðis at ásanna, at heldur ikki við at skapa broytingar við t.d. samanleggingum o.m.ø. bert tí eitthvørt má gerast - uttan mun til um hetta bøtir og gevur trúgv uppá eina betri framtíð ella ikki. Øll treingja helst til at verða ámint um, at »grindin«, ið her verður umrødd, eru menniskju, ja, alt Føroya Fólk, ið nú búgva og helst skulu koma at búgva, trívast og mennast saman í og kring landið alt.

Vit loyva okkum at minna m.a. »býarbólkin«, løgting og landsstýrið á, at núgaldandi lániskuldaravtalan við veðhaldsgrunni uppá tær 100 mió.kr. ikki gongur út nú, hvørki í hesi vikuni ella í summar, men 1. des. 2.000 - ella hvussu??

Hetta, ið býarbólkurin her hevst at, kann ikki bert verða ørkymlandi fyri okkum, men man somuleiðis vera tað hjá lánikreditorum okkara. Løgið, at tað skal tæna nøkrum góðum endamáli í kanningini um nýggjar lániavtalur.

Til tess, at nakað av vanligum arbeiðsfriði kann loyvast kommunum, ið enn royna at virka í Føroyum - eisini uttanfyri »býarbólkin« og til tess at vísa á alternativar møguleikar til »hjálpina« frá hesum - uttan at tað altíð skal gerast neyðugt at samantvinna eitt kommunalt sjálvræði við skuldarbyrðuna hjá ávísum kommunum og blanda samanlegging og a.m. uppí, vilja vit framhaldandi stuðla Føroya Kommunufelag við at finna eina loysn uppá kommunuskuldina í góðari tíð innan núgaldandi lániavtala gongur út.

Viðv. strembanini hjá »býarbólkinum« um samanlegging verður somuleiðis heitt á kommunufelagið um at staðfesta støðu limanna til, at øll samanlegging veruliga bert skal fara fram sjálvboðin - eins og somuleiðis landsstýrið beinleiðis ásetti í kommisorium til kommununevndina. Altso, - øll beinleiðis og óbeinleiðis tvugin samanlegging verður nú slept.

Á fundi í Gøtu, tann 16.02.1998.


Bygdaráðsformenn/næstformenn fyri:

Sjóvar kommunu,

Skála kommunu, Oyndarfjarðar kommunu, Nes kommunu,

Leirvíkar kommunu

og Gøtu kommunu.