Býarskipanarnevndin vil steðga havnarútbyggingini

Landsstýrið skal nú taka støðu til, um tilmælið verður fylgt.

Ætlaða havnarútbyggingin hjá Tórshavnar kommunu er nú í vanda fyri at fara fyri skeytir, aftaná at Býarskipanarnevndin í skrivi til Heilsu- og Innlendismálaráðið 10. mars mælir til at steðga verkætlanini.


- Við hesum viðmerkingum mælir nevndin frá, at uppskotið til broyting av byggisamtyktini fyri B1 havnarøkið verður góðkent, er greiða tilmæli frá nevndini.


Í grundgevingunum verður millum annað víst til viðurskiftir, ið hava verið frammi í almennu umrøðuni av málinum.


- Í almennu umrøðuni er víst á, at ein útbygging av Tórshavnar havn fer at hava við sær, at havnin fer at fylla alt ov mikið í mun til støddina á býnum, og at ein útbygging fer at skemma høvuðsstaðin og býarumhvørvið, fjørðin og landslagið annars.


Harumframt metir nevndin, ið liggur undir Umhvørvisstovuni, at útbyggingin kann elva til ov stórt trýst á verandi vegakervi.


- Um ætlanin verður framd, má roknast við, at ferðslan til og frá Havnini fer at økjast munandi, og at stórur partur verður tung ferðsla. Ferðslan fer, eins og í dag, at verða eftir Havnargøtu og haðani eftir Jónas Broncks gøtu ella Yvir við Strond. Mett verður, at hetta vegamótið er óegnað til nógva tunga ferðslu, og Býarskipanarnevndin ivast í, um tað ber til at leggja ferðsluna soleiðis til rættis, at hon ikki verður til ampa fyri borgarar, sum búgva nærhendis.


Tí metir nevndin at enda, at neyðugt er at finna eitt annað stað í kommununi at byggja nýggju góðs- og bingjuhavnina.


- Samanumtikið metir nevndin, at tað er ikki góð planlegging at staðseta eina stóra góðs- og bingjuhavn beint út fyri miðbýin í Havn, og at havnin hevði ligið betri aðrastaðni í kommununi, helst burtur frá bygdum øki, har ferðsluviðurskiftini eru betri, og har tað slepst undan ampum av ferðslu, óljóði o.ø. Kommunan hevur kannað trý alternativ øki til staðseting av havnini, men hevur vrakað øll. Býarskipanarnevndin metir, at kommunan – fyri at tryggja, at rætta avgerðin verður tikin – átti at kannað og lýst aðrar staðsetingar í kommununi enn hesar tríggjar, eitt nú tær, sum hava verið alment frammi í miðlunum. 


Tórshavnar kommuna hevur fingið freist til 1. apríl at gera viðmerkingar til tilmæli.