Bygdaleiðir eftir Oyggjarvegnum

Sunnudagin 1. september koyra leiðirnar hjá Bygdaleiðum - leið 100, 300 og 400 - eftir Oyggjarvegnum nakrar tímar um dagin.

 

Henda umlegging verður gjørd í sambandi við tiltakið "Rør teg Tórshavn 2013".

 

Umleggingin merkir, siga Bygdaleiðir, at nevndu bussrutur koyra eftir Oyggjarvegnum - til og frá Auto Service við Oyggjarvegin millum klokkan 12 og 14.30 - og eftir Oyggjarvegnum til og frá Farstøðini millum klokkan 14.30 og 19 sunnudagin.

 

Tað skrivar heimasíðan hjá Strandfaraskipum Landsins í dag.