Bygdarsøga og bygdarminni

Hans Jacob Debes ummælir bókina »Úr Gjáar søgu. Barnaminni 1« eftir Petur Jacob Sigvardsen. Forlagið Búgvin.

Hans Jacob Debes,

professari ummælir


Heimstaðarkensla og tjóð-skaparkensla

Hin 5. mai 1884 skrivaði studenturin Christian Bær-entsen á Regensen í Keypmannahavn eitt bræv heim til pápa sín í Føroyum. Tá skrivaðu føroyingar danskt; men júst í tí útlagna før-oyska umhvørvinum, har hes--in gávuríki føroyski drong-ur aftur fekk samband við landsmenn og heim-land, løgdust teir lunnar, sum góvu føroyingum eitt tjóðskaparligt fótafesti aft-ur.

Christian Bærentsen skriv--ar í brævinum m.a. hes-i orð:

»Et menneske er jo dog aldrig rent abstrakt men-neske; det eksisterer kun i forbindelse med sine om-givelser, dels i rum og dels i tid, d.v.s. i forbindelse med folk, hvortil det hører.«

Tá ið tjóðskaparrørsla sum alment søguligt fyribrigdi varð vitskapur og gransk-ing-ar-evni, gjørdi ein hin fín-asti granskarin av hesum fyr-i-brigdi, amerikanarin Hans Kohn, av týskari-jød-isk-ari ætt, ta eygleiðing, at tað var ein grundleggjandi munur millum heim-stað-ar-kenslu og føðilandskenslu: Tann fyrra er ítøkilig, bund-in at minnum um heim-bygd-ina, um áir, fjøll, stein-ar og kend menniskju - og tað, sum ein sjálvur setti í samband við alt hetta stóra og grundleggjandi bak-sýn-ið. Hin seinna er meira ab-strakt, ein felagsnevnari fyri eina størri heild av smærri eindum, sum tó vórðu á-sann-að at hava grund-leggj-andi virði saman og í felag.

Men hvussu verður so eitt menniskja ein partur av ein-ari mentan og ber henda arv longur fram á vegin?


Spæl og mentan

Ein kendur og lærdur holl-endskur søgumaður, Jan Hu-i-zinga, skrivaði fyri ein-um sjeyti árum síðan eina lítla bók, »Homo ludens« (Hin spælandi menniskjan) um upprunan til mentan. Upp-runin hevur allastaðni verið, skrivar hann, spæl barn-anna í øllum sam-feløgum. Í grundini hevur øll uppaling allastaðni verið at leggja niður í børnini tey virði, sum foreldrini sjálv høvdu tikið við frá fedrum sínum. Børnini sóu tey eldr-u arbeiða, sóu hvussu tey gjørdu hatta og hatta - og hvørja ferð á sama hátt, so sum umstøður vóru. Og í lítlari útgávu eftir førimuni endurskapaðu børnini í sín-um spæli eina vaksn-a-mann-a-verð, sum fyri teimum var verulig. Virðini vóru tey som-u og arbeiðsreglurnar tær somu. Og tá ið tey vuksu til, høvdu tey í spæl-i-num lært teir neyðugu før-leik-ar-nar til eitt lív í vaksn-a-mannaheiminum, eisini kapp-ingarelementið sum fyr-i-treyt.

Nú kann tykjast, sum at hesin inngangur var í so drúgv-ur. Men tó vóru hetta hugsanir, sum róku framvið, meðan eg las, og kanska ser-liga eftir at eg hevði lisið bók-ina hjá Petur Jacob Sig-vardsen: »Úr Gjáar søgu. Barnaminni 1.« Men hetta er gjørt fyri at seta hana sum bókarverk inn í almenna europ-eiska kultursøgu, tí har stendur hon væl og vakurt.


Bygdasøgur

Vit hava í Føroyum millum ár og dag fingið nógvar bygd-asøgur. Tær eru í skriv-ing, úrvali av evnum og keld-u--grundarlag so ólíkar og ójavnar, at illa ber til at geva teimum eyðkenni und-ir einum. Tær mugu bara takast hvør fyri seg. Og kansk-a er tað júst hetta, sum er tað natúrligasta og lýsir tað fjølbroytta. Í øllum før-um er tað berandi grund-ar-lagið kærleikin til upprunan og alt, sum livdi og rørdist uttan um hann í fortíð og samtíð.

Tí hvør bygd er nakað fyri seg. Hvør bygd er ein heim-ur, men hesir heimar av bygdum eru ikki allir líka: Fjøllini eru ikki tey somu, áirnar líkjast ikki allar, held-ur ikki navngivnir steinar í bø og haga og røkur og mjá-ar í bjørgum.

Fram við fjøru og strond var ein heimur fyri seg. Bjørg-ini høvdu sína mentan og havmiðini sína. Fólksins mentan hekk ikki uppi í luft-ini. Fólksins mentan var arbeiðið, og uttan um tað hekk øll onnur mentan - eis-i-ni tað at ganga í kirkju, at syngja, at dansa og kvøða, at siga frá søgum - og hjá børnunum at spæla.


Heimbygd

og barnaminni

Tað er um eitt av bygd-a-sam-fe-løgunum í Føroyum, at Petur Jacob Sigvardsen hev-ur skrivað síni barn-a-minni úr Gjáar søgu. Áður enn farast skal longur út í æsir, skal sigast, at hetta er eitt vakurt og væl gjørt verk. Petur Jacob er ikki kendur fyri at lata nakað úr hond-um, sum er hálvgjørt ella illa gjørt. Og hetta at vanda sær um tign og virði hevur hann ikki eftir ongum. Tað er næstan rørandi, tá ið hann skrivar, at pápi hansara Karl Jacob, nú 93 ára gamalur, hevur sitið við blýanti og lisið handritið og gjørt við-merkingar.

Og hetta er ikki lítið verk: ikki færri enn nøkur og tjúgu væl skipað kapittul og undir kapitlunum meira enn hundrað undirevni - á næst-an trý hundrað síðum. Og tá er hetta bara fyrsta bind av fyribils tveimum. Bygd-ar-søgan sum barnaminni held-u-r fram í 2. bindi, ið, sum tað skilst, er liðugt og kemur um stutta tíð. Og vón er um, at vit fáa eitt triðja.

Tað sigur seg sjálvt, at tíð og rúmd er ikki fyri at við-gera eitt verk sum hetta kap-ittul fyri kapittul og evni fyri evni. Henda umrøða skal tí heldur vera sam-an-fat-andi um verkið sum heild - og her er ivaleyst at nevna. At Petur Jacob Sigvardsen sær lívið í heimbygdini sum minni frá sær sjálvum, ger hetta verk eisini til eina per-sónliga bók. Júst hetta gev-ur frásøgnini lív og sál - og kanska eisini ein moral.


Karmarnir

Og hvat er natúrligari enn at byrja við einari lýsing av bygdini við húsum og húskj-um, nevnd eftir hús-a-na-vni ella húsbónda, og við nøvnum teirra, sum búðu í hesum húsum í tí tíð-ar-skeiði, rithøvundurin skriv-ar um. Bygdin er sjálvur leikpallurin. Og fjøllini. Tí tey eru karmurin um bygdar-samfelagið, bygdar-heim-in: fyri at nýta somu mynd: leiktjøldini. Hvat ið so broyt-ist, so standa tey eftir - hesin klettafasti og ó-vik-andi verjugarður: Sandfelli, Hornið, Nøvin, Fjallið, Tyr-il, Middagsfjall, Gráfelli og Slættaratindur. Áin, sum við Lítla-fløtti og Gortruánni, har dreingirnir lærdu seg at verða útróðrarmenn og fisk-i-menn, skapaði eitt par-a-dís-iskt umhvørvi fyri alt barn-a-lív og alla barnamentan - eitt satt laboratorium til fram-tíðarverk. Hvat barn í Føroyum, sum um summ-arið hevur verið við Gjógv, minnist ikki Lítlafløtt og lív-ið har. Og Gjógvin sjálv, sum allar øldirnar hevur ver-ið sjálv lívæðrin, haðan tað mesta kom og fór. Hon hevði sítt egna lív og sína egnu mentan, við sínum hugn-a ljósar løtur og sínum óhugna bølamyrkar nætur, tá ið Gjáarmenn royndu at bjarga bátunum í høg-ætt-ar-upp-gangi. Rópini frá monn-u-num niðri í myrkrinum í Gjónni og tignin yvir teim gomlu monnunum uppi á Gjónni, sum tigandi, í ó-tøvdum vøttum, mólu við spakunum rundan um spæl-ið, og tað ófrættakenda dun-ið av brimi og vindi uttan av Djúpunum, alt hetta fest-ir seg djúpt í sinnið og fer ikki seint úr minni.


Heimið

Bókin hjá Petur Jacob má vera kultursøga, tá ið hon er best. Stutt sagt allir tættir í bygdarlívinum er tiknir fram: Fólksins lív árið í kring - ein ringrás við var-i-a-tiónum. Um barnaheimið yviri á Bø hjá Elisabeth og Karl Jacob og tað, sum kann kallast uppalingarmynstrið. Teimum hevur hann í takk-læti ognað bókina. Hjá teim-um búði eisini omman Anna Sofía og maður henn-ara, og týðiliga skilst, hvussu stóra ávirkan abbin, hin kendi skiparin og skil-a-maðurin Poul Johannes Jo-ensen, millum tey yngru nevnd-ur Gamli Skipari, hevði á Petur Jacob. Og, sum hann skrivar: »Páparnir vóru so nógv burturstaddir tá á døgum, og tí vóru tað mest mammurnar, ið tóku sær av børnunum og upp-al-ing teirra.«


Gamalt og ungt

Aftanfyri tað friðarliga bygd-ar-lívið lá tó mangan ein hørð verð, sum fólk noydd-ust at venja seg til at liva við. Hin abbin, Petur Jacob a Fløtti, sum eisini var skipari, gekk í 1920 burt-ur við »Kristinu« saman við tveimum synum.

Fólksins lív verður í bók-i-ni lýst so ítøkiliga, sum tað kann: Kostur og máltíðir og virðingin fyri Guðsgávuni. Einki kom av sær sjálvum.

Kirkjulívið og alt, sum hevði samband við tað, hev-ur týðuliga ein serligan tokk-a, bæði tað ljósa og tað dapra - og tað kemur ikki ó-væntað. Høgtíðir og høg-tí-ð-arhald mest sum hoyra upp í her.

Tað undrar ikki, at Gjáar skúli fær eitt kapittul fyri seg, laðaður upp av høgdum gróti, sum landnyrðingurin hevur tært eystanfyri og norð-anfyri í hundrað ár, og við einari skúlastovu. Teir tríggir klassarnir gingu í skúla annan hvønn dag, og tað bar væl til. Virðing stóð um lærara og skúla. Lær-u-greinirnar vóru ikki so nógv-ar, men tað, sum varð lært, var væl lært. Stuttligt er at síggja dømi um rokn-i-stykki í 3. parti av N. And-er-sen, sum so nógvir før-oy-ingar hava stríðst við. Tey eru ikki hvørs mans føri at rokna í dag.

Eftir frásøgnina um skúl-an kemur eitt kapittul um ungdóm og ungdómslív, og haðan ber leiðin natúrliga yvir í tað livandi og menn-andi Ungmannafelagið Norð-stjørn-una, stovnað í 1941. Endamálið var greitt og soljóðandi:

»Felagið vil arbeiða fyri frælsi og framburði á før-oyskum grundarlagi.

Felagið vil syrgja fyri, at føroyskt mál verður nýtt og hevur fyrsta rætt í fel-ag-num.«

Háborin endamál hava ikki trotið millum tann norð-asta ungdómin í Før-oyum. Felagið hevði eisini dirvi til at mæla Føroya Løg-tingi til, at Føroya søga 1, ið Jóannes Patursson hevði skrivað, skuldi vera lærugrein í fólkaskúlanum. Um tað mundið búðu næst-an 300 fólk við Gjógv. Tað stóð ikki á at fáa skrivað út 325 partabrøv og at fáa 8.000 kr. til dansistovu ella sam-komuhús. Í hesum stóra hugsjónarliga samanhangi sleppur rithøvundurin ikki undan at lata væl kenda alsk sín til móðurmálið koma til sjóndar. Og tað móðurmálið dugir hann væl. Tað ber næst-an ikki at sleppa undan hesum reglum:

»Fyri mær er tað so sjálv-sagt, at móðurmálið er dýr-mæta ogn okkara, sum vit eiga at virða, varðveita og menna til komandi ættir, með-an vit eru uppi á døg-um, tí tann dag, móð-ur-mál-ið verður kvalt á manna-munni, doyr Føroyingurin í Føroyum.

Tað er heldur einki at taka seg aftur í, at føroyskt mál hevur havt góð kor í heimbygdini, longu meðan eg var smádrongur og fyri ta tíð, og sjálvur havi eg mínar hugsanir um, hví so man hava verið.

Eg veit væl, at hetta er eitt viðkvæmt sam-røðu-evni...«

Jú, rætt hevur Petur Jac-ob. Í Føroyum fór so nógv av lagi av ólíkindum - so nógv, at sjálvt móðurmálið gjørdist »eitt viðkvæmt sam-røðuevni«.


Lív og stríð

Lívið skuldi livast hvønn dag, og bara við strævnum arbeiði fekst hitt dagliga breyð-ið. Natúrligt er, at nógv verður gjørt burtur úr seyðinum og øllum, sum hevð-i við hann at gera: um kenning, røktingarmenn og tað næstan rituella »at hyggja eftir seyði«. Upp í tað hoyrir sjálvsagt alt um fjallgongu (várgongu og heyst-fjøll), seyðabýti og flett-ing. Sum øll minnast, var altíð ein serligur dámur yvir seyðabýtinum tey myrku og ikki altíð líka góðs-ligu heystkvøldini, tá ið menn gingu í myrkrinum við »flagermús« og lumm-a-lykt og lyftu, handlaðu og syftu og bóru til hús. Tað bar næstan til í myrkrinum at fylgja monnunum eftir glóðunum frá sigarettunum, so sum Petur Jacob minnist. Summir flettu í kjall-ara-num, men helst líka nógvir á køksgólvinum.

Ein partur av heyst-mynd-ini var haruskjótingin, tá ið menn væl fyri dag hulisliga lúrdu seg niðan um garð-ar-nar; allir vildu vera fyrstir. Dagarnar fyri og kvøldið fyri hevði Sivar jarn-smiður-in hugt eftir byrsunum. Tá kundu stórir dreingir vera við til at bera. Um eina slíka haruferð, tá ið Petur Jacob gekk seg í óføri oman fyri Miðbotn á Ambadali, hevur hann eina ógvuliga dramat-iska og sera persónliga for-talda frásøgn. Og hann er ikki í iva um, hvaðan hjálp-in kom.

Tey seinastu kapitlini eru um Neytini, sum í hvørjari bygd í Føroyum mundu ver-a eitt álit hjá teimum flestu. Alt, sum hevði við neyt at gera, var ein mentan fyri seg - og av hesari mentan vóru kanska neytakonurnar og næst-an ótrúliga knoss teirra sjálv ímyndin. Tær høvdu eisini annað at gera enn at ganga til neyta. Menninir vóru burtur, og í flestum húsum vóru fleiri børn, í summum nógv.

Alt arbeiðslív hekk nat-úr-liga saman. Útróður og fiskiskapur mundu tó fram um alt annað vera lívs-vinn-u-vegur Gjáarmanna. Langt er ikki út á Norðhavsins vídd-ir. Útróðurin verður lýst-ur í næsta bindi, so um-røðan av tí mentunar-formi-num verður at bíða.

Fuglurin var ein týðandi part-ur av lívs-grundar-la-g-num hjá Gjáarfólki. Funn-ings-menn eiga tey flestu bjørg-ini vestanfyri; Gjáar-menn eiga Búgvan. Vit fáa at vita, at teir kundu fáa ein-ar 4000-5000 fuglar um ár-ið, tá ið roynt varð í Búgv-a-num og í Funnings-bjørgu-num. Saltaður fuglur var drúgvur døgverðamatur at eiga niðurfyri. Eg haldi meg tó vita, at søgan um »stat-us-symbol« Gjáarmanna verð-ur søgd í einum øðrum bindi. Og Petur Jacob skuldi ikki verið langt frá monnum at sagt ta søguna.


Tað, ið eftir kemur

Nevnast skal her, at aðrir partur um arbeiðslív vera í næsta bindi. Í hesum um-mæli er, sum nevnt í fyrst-ani, verri enn so alt tikið við - tó høvuðsinnihaldið og ein lýsing av tí.

Tann, ið saknar summar partar av bygdarlívinum, kann gleða seg til bind 2. Tað byrjar við einum long-um kapitli um Torvið og torv-arbeiðið - í øllum sínum fjøllbroytta samanhangi. Um tað hevur Petur Jacob skrivað langa ritgerð fyrr. Har eru hini høvuðskapitlini Hoyggingin, Grind, Dyrg-ing, Á seiðabergi, Postur, farma- og fólkaflutningur, Handlarnir, Undir seinna heims-bardaga, At leita eftir reka, Mylnan, Bátaspæl, Brim og bátadráttur, Útróð-ur, Útróðrarprát, Við fersk-fiski til Bretlands, Pol-i-tikk-ur, Barnsins gaman, Barna-spæl, á Sandinum, Á Mal-ini-kletti, Í kavanum, Onnur útispøl, Byrsur og bogar, Innispøl.


Ein niðurstøða

Tá ið øll tey evni, sum við-gjørd eru í báðum bindum, eru lýst, kann ein sjálv-upp-liv-að bygdar- og tíðarmynd ikki gerast meira full-fíggj-að.

Í øllum hesum stóra verki hongur ein heil bygd-ar-ment-an saman - lýst á ein vakran, lesiligan, samvits-k-u-fullan og estetiskan hátt. Eitt tað fyrsta, tú leggur til merkis, tá ið tú setur teg at lesa hesa Gjáar søgu sum endurminning frá barna- og dreingjaárum, er hin stranga, væl skipaða og log-iskt samanhangandi upp-bygg-ing-in. Her kemur einki dettandi í tilvildarligari rað-fylgju.

Tað er týðuligt, at rit-høv-und-urin avmarkar seg til tað, hann í innganginum sig-ur seg ætla at skriva um. Hann fer ongantíð útum, og tað dugir bara maður, sum dugir at skriva. Stílurin er eisini tamdur, so at hann ongantíð verður senti-men-tal-ur ella vulgerur. Kortini er rúmd bæði fyri speisemi og stillførari ironi. Og tað skal nógv til hjá honum, sum skrivar endurminn-ing-ar. Tí tað man fáur gera uttan kenslur. Men her fella eingi tár.

Uttan menniskju, sum liva ella hava livað, fær eing-in bygdarsøga lív. Ri-t-høvundurin ger lítið burtur úr einstøkum persónum; teir eru sjáldan nevndir við navni. Men nógvir teirra eru at síggja í tí myndatilfari, sum rithøvundurin hevur savn-að. Har eru eisini nógv-ar myndir av bygd og ar-beiðs-lívi, sum í nógvum før-um ikki er til longur.

Henda bók er ikki bara fyri Gjáarfólk. Hon er eisini ein almenn søga um før-oyska bygdamentan í 1940-áru-num og nakað fram í 1950-árini. Tí hóast natúran og menniskjuni ikki eru tey somu, so er hin føroyski fel-ags-nevnarin eyðkendur og greiður.

Tað má viðgangast, at tað er eitt sindur snópið hjá ein-um, sum gevur seg til at ummæla eina bók, einki hev-ur at finnast at. Tað kann tykjast eitt sindur karak-te-r-leyst. Men tað er bara at viðganga, at einki hevur ver-ið at finna, sum setast kann niður á. Úr enda í ann-an er bókin hjá Petur Jacob Sigvardsen: »Úr Gjáar søg-u. Barnaminni 1« eitt vala-verk og ein virðuligur minn-is-varði um heimbygdina. Og eg veit, at næsta bind verður ikki verri.

Bókin er umbrotin, prent-að og innbundin hjá Einars Prent, og sigast má, at hon er einki minni enn eitt prentlistarverk og eitt prýði fyri føroyskt prenthandverk.