Stevna
Seinastu góðu tjúgu árini hevur bygdastevnan á Skála verið fastur táttur millum mongu summarstevnurnar í landinum. Tað, at stevnan hevur verið hildin so stutt undan norðoyastevnu hevur gjørt, at sera stórur áhugi hevur verið fyri kappróðrinum á stevnuni, og tað munnu vera fáar bygdastevnur, sum hava líka stóra undirtøku í so máta.
Fjølbroytt skrá
Stevnan í ár er einki undantak í so máta, og seinnapartin sunnudagin fáa vit fyrstu ábendingina um, hvussu leikur fer, tá farið verður undir FM-stevnurnar.
Bygdastevnan á Skála er í mangar mátar øðrvísi enn undanfarin ár. Gamaní er nógvur ítróttur á skránni, eins og Tivoli eisini er at síggja, men fyri fyrstu ferð skulu skálamenn leika fyrstudeildar dyst í fótbólti á egnari stevnu. Dysturin, sum er landskappingardystur móti VB, verður leiktur leygardagin klokkan 15.00 og tá tað er einasti dystur í oynni hetta vikuskiftið vónar felagið, at nógvir áskoðarar vera til dystin. Onnur lið hjá felagnum skulu eisini í eldin henda dagin, bæði heima og úti.
Í ár vóru liðin 50 ár síðani Skála Kommuna gjørdist sjálvstøðug kommuna, og bygdarráðið hev-ur gjørt av at halda henda dagin við eini framsýning av gomlum myndum. Henda framsýning verður í skúlanum, og skúlin verður eisini karmur um fyrilestur, sum Petur Martin Rasmussen fer at halda um bygdirnar báðar, Skála og Skálabotn, í 1911. Harumframt verður eisini framsýning av handaligum arbeiði, eins og Olivar Rasmussen fer at sýna fram teir gomlu motorarnar.
Dansur og tónleikur eru eisini á skránni. Fríggjakvøldið verður skipað fyri barnadiskoteki í Losjuni og tá eru tað tey yngru - upp til og við 6. flokk - sum sleppa framat. Leygarkvøldið sleppa tey í 7. flokki upp á gólv.
Høllin verður leygardagin karmur um fleiri tónleikatiltøk. Seinnapartin kemur Emmas Blues Band á vitjan og seinni um kvøldið kemur Manskórið hjá Johan Mortensen í Runavík yvir á Skála at syngja. Ein partur av hesi framførslu er skipaður sum konsert, meðan tann seinni parturin er skipaður sum eitt »syngið við«-kvøld.
Leygarkvøldið verður skipað fyri dansi, bæði fyri tey yngru og tey eldru. Høllin leggur gólv til DJ-Show við Martini Kjærbæk, James Olsen og dansigentunum, meðan Juliannuboys fara at halda teimum eldru at gaman uppi í bygdasalinum.
Eingin stevna uttan andalig tiltøk. Møtir eru á skránni bæði fríggjakvøldið, leygarkvøldið og sunnukvøldið, og sunnudagin er eisini gudstænasta í kirkjuni, har Jógvan Fríðriksson prædikar.
Bygdastevnan á Skála verður sett leygardagin klokkan 14.30, og verður tað Asbjørn Mikkelsen, formaður í mentanarnevndini hjá Skála Kommunu, sum fer at seta stevnuna.