Bygdir í Sundalagnum fáa net í heimsflokki

Í næstum verða ljóskaðlar lagdir inn í hvørt hús á Oyri, Oyrarbakka og við Norðskála.

 

Breiðbandsferðin í parti av Sundalagnum verður nú uppstigað. Størri øki á Oyri, Oyrarbakka og við Norðskála hava í dag breiðbandsferð, ið ynski hevur verið um at fáa hækkaða.

Tað vita tey í Sunda kommunu at siga í dag.

Víst verður á, at við góðum samskifti við NET verður - eftir eini royndarverkætlan - nú sett hol á arbeiðið at flyta Føroyar inn í eina nýggja tíð við háferðsbreiðbandi í hvørjum húsi, og byrjað verður í Sunda kommunu.

- Í næstum verða ljóskaðlar lagdir inn í hvørt hús á Oyri, Oyrarbakka og við Norðskála. Húskini í økinum verða kunnað um arbeiðið, áðrenn farið verður undir innleggingar í grannalagnum, og málið er, at øll hús hava fingið ljóskaðal lagdan inn í ár.

Í Sunda kommunu fegnast tey um avgerðina hjá NET, at breiðbandið í økinum nú verður uppstigað til at verða í heimsflokki, og Sunda kommuna er longu nú í samskifti við NET um at arbeiða við at fáa aðrar bygdir í kommununi við í ætlanina komandi árini.