Økismenning
Allir politisku flokkarnir á Løgtingi vóru umboðaðir á økismenningarfundi um á Sandi mikukvøldið, og allir politikkararnir vóru sera samdir um, at útjaðaraøkini skulu stimbrast og lívgast. Men sum vera man var ikki altíð full semja um, hvussu tað skuldi gerast. Fundurin bar í ávísum førum brá av einum vanligum valfundi upp undir eitt løgtingsval.
Politikkararnir vóru millum annað ójavnir á máli um, hvussu vinnan í útjaðaraøkinum eigur at setast í gongd og stuðlast. Alt eftir politiskari ideologi varð kjakast um, hvørt tað almenna skal vera við ella ikki.
Eyðun Viderø úr Fólkaflokkinum segði, at tað eru ikki góðar royndir av stuðli til vinnu. Vinnan skal klára seg sjálva, segði hann, og vildi heldur gera vinnugrunnar, soleiðis at útjaðarin fer at hava váðafúsan kapital.
Hann greiddi frá, at ein yvirskipaður vinnu- og alipolitikkur er orðaður, eins og arbeitt verður við at orða ein ferðavinnu- og KT politikk, sum væntandi fara at hava avgjørdan týdning fyri einstøku økini.
Eyðun Viderø segði eisini, at vaksandi vinnuvirksemi í útjaðaraøkjunum fór at vera til fyrimuns fyri miðstaðarøkið eisini. Vinnufremjandi virksemi í útjaðaraøkinum fer at gera framleiðsluna meira fjølbroytta, eins og tað fer at lætta trýstið á tær fyritøkur, sum eru í miðstaðarøkinum, segði hann, og helt, at útjaðaravinna fer eisini at lækka framleiðslukostnaðin.
Vænta miðsavning
Hóast bygdirnar fara at gera landið ríkar í allar mátar, væntaði Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum kortini, at vit í framtíðini fara at síggja eina stóra miðsavnan.
Kanska ikki beinleiðis í einum staði rundan um høvuðsstaðin, men í nøkrum fáum »kraftsentrum«, sum hann nevndi tað, har fólk fara at savnast.
Tað verður í støðum, har liviligt er og ikki minst, har frítíðartilboð eru at fara til, segði hann, Tí fólk vilja ikki bara hava arbeiði. Tey vilja eisini hava okkurt at brúka frítíðina til, vísti hann á.
Edmund Joensen segði, at politikkarar eiga at hugsa langsiktað, og tað gjørdi hann. Hann sá fyri sær, at einaferð úti í framtíðini fer Sandoyggin at vera eitt av hesum »kraftsentrunum«, hann tosaði um.
Tað fer at koma fast samband millum Streymoynna og Sandoynna. Flogvøllur verður gjørdur í Søltuvík, og ein stór havn verður gjørd á Sandi, sum fer at binda Suðuroynna upp í Sandoynna, væntaði Edmund Joensen, uttan tó at kunna siga, nær tað verður.
Sámal Petur í Grund úr Sjálvsstýrisflokkinum var í stóran mun samdur við Edmundi Joensen í, at miðsavningin bara fer at vaksa, Hann væntaði, at longu um eini 10 ár verða Føroyar rættiliga nógv meira miðsavnarðar, enn tær eru í dag.
Hann fór aftur í søguna og vísti á, at einasta væleydnaða tiltak í móti miðsavnan, sum verið hevði í Føroyum, var tá fólk fingu jørð fyri at seta seg niður á ávísum av myndugleikunum ávístum støðum.
Sámal Petur í Grund var ósamdur við Eyðuni Viderø í, at vinnan skal skapa trivnað í útjaðaranum.
-Tað er heilt greitt ein almenn uppgáva, segði hann.
Eisini Álvur Kirke úr Miðflokkinum væntaði eina framhaldandi miðsavnan um tíggju ár. Eisini um vit búrka pengar upp á at menna útjaðaran.
Hann helt annars, at tað er eitt sindur ringt at staðfesta, hvat útjaðaraøki er. Til dømis helt hann, at Sandoyggin geografiskt átti at verið roknað sum alt annað enn útjaðaraøki. Hon liggur jú at kalla mitt í landinum, vísti hann á.
Má sparkast í gongd
Jóannes Eidesgaard úr Javnaðarflokkinum metti, at trupulleikarnir hjá útjaðaranum eru so markantir, at vanlig samfelagsgongd kemur ikki at venda teimum. Serliga ringt heldur hann tað standa til í Sandoynni og Suðuroynni.
-Hesin trupulleikin er av slíkum slag, at hann verður ikki loystur við vøkrum formuleringum, men skal sparkast í gongd, segði Jóannes Eidesgaard.
Bygdarmenningin í sjeytiárunum var óheppin á tann hátt, at alt ov ofta vórðu gjørdar ov nógvar íløgur av sama slagi, tí tað var so spjatt. Nú verður tosað um størri øki. Vit tosa ikki um bygdarmenning nú, men um økismenning, segði hann.
Hann legði dent á samferðslumøguleikar og vinnumøguleikar, umframt at fólk við útbúgving skulu hava møguleika at koma aftur. Men tað krevur sjálvandi, at størv, sum krevja førleikar, eru at koma í. Og tey mugu politikkararnir skapa.
Hann kundi hugsað sær ein landsstýrismann í innanlandsmálum, sum skuldi tikið sær av eitt nú útjaðaraøkjunum.
Jóannes Eidesgaard segði eisini, at vit mugu fáa staðfest, at tað er eingin natúrlóg, at alt liggur í Havn. Hann nevndi eitt nú Jarðarráðið og Vaktrar- og Bjargingartænastuna sum stovnar, sum saktans kundu ligið uttan fyri Havnina.
Óroyndir politikkarar
Páll á Reynatúgvu úr Tjóðveldisflokkinum helt, at gomlu politikkararnir virka rættiliga óroyndir, tá teir tosa, tí teir vilja ikki tosa um tað, teir hava gjørt, men meira um, hvat teir fara at gera eftir eitt komandi val.
Hann vildi heldur tosa um tað, hann hevði gjørt fyri Sandoynna og nevndi eina rúgvu av málum hann hevði arbeitt við.
Hann metti, at trivnaðarviðurskifti eru av stórum týdningi fyri, at fólk vilja búgva í útjaðarøkjunum. Skulu góðir vinnuligir karmar skapast, skulu vit eisini hava góðar barnagarðar, skúlar og ítróttarhallir, segði Páll á Reynatúgvu. Hann segði, at mentanarliga er Sandoyggin væl fyri og nevndi øll bygdarhúsini í oynni.
Páll á Reynatúgvu legði stóran dent á tann týdningin, sum infrastruktururin hevur fyri útjaðaraøkini. Hann vísti millum annað á týdningin av, at Sandoyggin var knýtt upp í GSM netið, sum hann ikki duldi fyri, at hann helt seg eiga stóran part av æruni fyri.
Viðtøkurnar fyri Framtaksgrunnin eiga at umskipast, segði hann, so hann kanska meira fer at líkjast einum útjaðaragrunni.
Hugburðurin at vilja klára seg sjálvan í útjaðaranum má vera tað, sum ber mest í eini komandi menning av útjaðaranum, segði Páll á Reynatúgvu, sum ikki væntar, at útoyggjarnar fara at hava tann stóra vinnuliga virkningin í framtíðini. Hinvegin eigur útjaðarin at mennast. Og útjaðarin í Føroyum er Sandoyggin og Suðuroyggin, segði hann.
Hann tekur eisini undir við uppskotinum hjá Jóannesi Eidesgaard um landsstýrismann í økismenningarmálum.
Páll á Reynatúgvu væntar ikki, at útjaðarin um tíggju ár fer at vera verri fyri enn í dag. Tað verður ein natúrlig gongd hinvegin, tí Havnin klárar ikki at hýsa øllum, sum vilja koma har. Har er ov stórt trot á ymsum tilboðum til fólk. Eitt nú barnaansing og eldrapláss tróta, vísti hann á.