Bygdirnar hyggja niður á høvuðsstaðin

Eftir trý tey fyrstu umførini eru ábendingar um, at marginalirnir ikki eru eins nógv í parti við trý faldu meistarunum, sum teir hava verið seinastu árini, og uppflytararnir tykjast ikki ætla sær at geva skarvin yvir beinanvegin

3. UMFAR SAMANUM

Tá ið tú á støðutalvuni ert frammanfyri HB og eisini hitt havnarfelagið, so eigur tað ikki at standa heilt illa til. Tí tey bæði feløgini í høvuðsstaðnum fara heilt víst at vera við, har tað er mest hugaligt at kappast. Tað er bara ein spurningur um tíð. Soleiðis tók ein fótbólts hugaður bygdarmaður til sunnudagin, og tað er ikki so torført at fylgja honum.
Í fjør endaði B36 næstfremst, og HB vann steypakappingina og meistaraskapin fyri triðju ferð á rað. HB og B36 plaga at enda millum tey fremstu, og tað fara tey ivaleyst eisini at gera, tá ið kappingin í ár 22. oktober verður 27 umfør gomul. Men higartil hevur ikki hilnast nakað serligt hjá havnarfeløgunum, og sunnudagin tapti HB fyri aðru ferð í trimum umførum. Í fjør taptu teir bara eina ferð í átjan umførum.
Tá ið HB hevur verið meistari trý tey undanfarnu árini, hevur tað eitt nú verið tí, at teir hava havt serliga gott hegni at tiltuska sær fulla úrtøku, tá ið tað hevur riðið um snarið, sum maðurin plagdi at taka til. Í Vági sunnudagin tóktist tað sum um, at gongdin í 2. hálvleiki skuldi bera triðja sigurin á rað í Vági við sær. Men so fekk VB mál og øll stigini.
Úrslitið í Vági smakkaði ivaleyst øllum væl, sum ikki eru svorðin HB viðhaldsfólk, og tað mundi vera orsøkin til, at bygdarmaðurin legði sær orðini sunnudagin, sum tað er nevnt omanfyri.

Veðrið argaði
Triðja umfarið varð eykent av, at nógvi vindurin argaði alla staðni. Tá ið havt verður í huga, at tað í vikuni hevði verið fitt av kava, so var tað ikki so galið, at tað bar til at spæla. Men spurningurin er, um tað ikki átti at havt verið eitt sindur lagaligari. Hetta skal skiljast soleiðis, at tað var harmuligt, at vindurin skuldi darva so nógv, sum hann slapp at gera.
Tað er væl skiljandi, at HB og VB royndu at spæla í Vági, og tað er væl skiljandi, at TB og NSÍ royndu at spæla í Runavík. Tað hevði kenst tungt at verið ávikavíst sunnanfyri og norðanfyri Suðuroyarfjørð, uttan at nakað sum helst hevði havt verið avgreitt. Men tað hevði einki havt gjørt, og eingin hevði havt tikið skaða av tí, um teir í Sundalagnum fóru úr Gundadali við óavgreiddari søk, og um fuglfirðingar og klaksvíkingar fóru til hús, uttan at dystirnir høvdu havt verið spældir á ávikavíst Skála og í Gøtu.
Í gjárkvøldi ella kanska í kvøld verða fótbóltslíkindini væl betri, enn tey vóru sunnudagin, og so hevði tað í fleiri uppgerðum verið møguleiki fyri at verið eygnavitni til flótandi og hugflogsríka spælið, sum liðini tóktust hava hug at vísa sunnudagin, men sum tað ikki bar teimum til at vísa, tí vindurin var so mikið nógvur.

Talvan
Eftir javnleikin á Skála er oddaliðið tað sama, sum tað var eftir annað umfarið. Skála var oddalið eftir fyrsta umfarið, men tvær tær næstu ferðirnar hevur ÍF verið oddalið. ÍF og KÍ hava sjey stig, og hjá báðum er málmunurin pluss tvey mál. Men ÍF er fremri, tí teir hava skorað eitt mál meiri, enn KÍ hevur skorað.
Saman við ÍF og KÍ er Skála eisini ósigrað.
Í botninum sær tað framvegis svart út hjá gøtumonnum. Teir hava einki stig fingið, og tað er merkisvert, at teir hava tapt tvær ferðir á heimavølli. Nú skulu teir tvær ferðir spæla á útivølli. Á pappírinum tykist tað trupult, tí GÍ skal til Vágs og í Gundadal at spæla ímóti HB, áðrenn teir fara at fáa vitjan av Skála.
Sambært veddingar hagtølunum, so var mest óvæntaða úrslitið hesa ferð, at TB megnaði at fara úr Runavíkini við einum stigi. Tvørámenn hava framvegis ikki roynt at vinna, síðani teir fluttu upp. Men nú hava teir við javnleikum ímóti B36 og NSÍ stabiliserað seg eftir lúsingin á Skála í fyrsta umfarinum. Um sigurin fer at koma í fjórða umfarinum er tó ein heilt onnur søga, tí tá skal TB spæla í Gundadali ímóti svanga HB liðnum.
Næsta sunnudag verður annars spælt soleiðis: KÍ og Skála fara at spæla toppdyst í Klaksvík, og tað verður rættuliga áhugavert, tá ið B36, sum framvegis tykist hava stórar trupulleikar í framrættaða partinum, fer at vitja ársins lið higartil ? ÍF. Hinir dystirnir eru VB-GÍ og EB/Streymur-NSÍ.
Fótbóltsskipanin hevur ikki sæð dagsins ljós enn. Tað ber til at síggja skránna á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum, football.fo, og so ber til at halla seg at skránni, sum í páskavikuni varð prentað í fótbóltsblaðnum hjá Sosialinum.
Nógv kann broytast til ta tíð. Men fleiri hava fregnast, nær tey bæði toppliðin higartil, ÍF og KÍ, fara at hittast. Svarið er, at tað verður ikki fyrrenn í 9. umfarinum, tá ið lok skal leggjast á fyrsta triðingin í nýggju og øktu kappingini, at ÍF fer at fáa vitjan av KÍ. Tað verður 16. mai, sum verður 2. hvítusunnudagur. Men tað er ikki víst, at tað tá fer at verða talan um toppuppgerð. Tað er møguleiki fyri, at alt tá fer at líkjast sær sjálvum soleiðis at skilja, at bygdirnar fara at líta upp til høvuðsstaðin.