Bygg tær eini hús…og rinda fyri trý!

Verandi sethúsafígging er frælsistøka av føroysku familjuni, og rindar fyri ævintýrsferðir hjá bankunum. Tí má vend koma í. Vit kunnu eitt nú við Húsalánsgrunninum geva sethúsafígging eitt menniskjaligt andlit aftur.

Stavnsbandið skal eitast at vera kvett fyri meira enn øld síðani, men einki er at ivast í, at verandi sethúsakostnaður og sethúsafígging í nógvum førum er stavnsbinding av hvørjari føroyskari familju. Skuldabyrðan í sambandi við húsakeyp ger føroysku familjuna ófrælsa og trælbundna. Hendan støðan skal broytast, tí vit hava tørv á frælsum og skapandi kreftum í landinum, fyri at flyta landið framá.

Hava bankarnir mist menniskjaliga andlitið?
Havi sjálvur verið ein av teimum mest ivasomu í mun til leiklutin hjá Húsalánsgrunninum. Serliga í tíðarskeiðnum, har tað tóktist, sum at Húsalánsgrunnurin einans fíggjaði vælbjargaðar havnaborgarar. Havi til fyri fáum árum síðani hildið, at føroyskir bankar onkursvegna hava havt eina menniskaliga síðu, men við útrásunum hjá fyrst Eik, og nú hjá Banknordik, eru tekini rættiliga greið. Business is business, og føroyskir sethúsaeigarar vera brúktir sum barlast móti vágaverkum aðrastaðni, samstundis sum deildirnar verða fluttar burtur frá brúkarunum .

Betri kor til sethúsa og íbúðareigarar
Tíðin er tí komin til menna Húsalánsgrunnin av nýggjum, til eitt veruligt sethúsafíggingaralternativ til føroysku familjuna. Sjálvur arbeiddi eg fyri at fáa lógarheimildina avgreidda, áðrenn tingið fór til hús. Snøgt sagt tí at verandi fíggingarstøða er ótolandi. Tað er órímiligt at rinda tvinni hús til bankan, og trinni er púra burturvið. Um føroysku bankarnir ikki hava hugflog og samfelagssinni til at veita eina rímiliga sethúsafígging, so noyðist politiska skipanin at átaka sær uppgávuna, gjøgnum eitt nú Húsalánsgrunnin.

Frælsistøka av føroysku familjuni.
Verandi sethúsafígging er frælsistøka av føroysku familjuni. Her má vend koma í, tí einki land kann mennast við trælabundnum fólki. Marknaðarkreftirnar eru góðar og gagnligar, men til eitt vist. Og ”vist” er rokkið við sethúsafíggingini. Nú er upp til fólkið at skipa nýggjar og rímiligar fíggingarhættir til føroysku familjuna.
Føroyska familjan er bulurin undir føroyska samfelagnum, og ikki eitt klyvjaross hjá bankum, sum við stuttum millumbili spæla sær øll kort av hondum.