Mary í Garði í Almanna- og Heilsumálastýrinum sigur, at að er vanligt at fara slíkar ferðir. Nýbyggingin á Landssjúkrahúsinum er komin so mikið langt, at nú skal projekterast.
- Hetta er ætlan, sum kostar nógvan pening, so ein má tryggja sær, at alt er sum tað skal. Alt annað hevði verið løgið, heldur Mary í Garði.
Bygginevndin hyggur seg um í Svøríki og í Oslo. Í slíkari nevnd eru t.d. umboð fyri Landssjúkrahúsið, umboð fyri serkunnleika, t.v.s. læknar og sjúkrasystrar og arkitektar.
Mary í Garði sigur, at kostnaðurin av slíkari ferð hevur einki við vanliga raksturin av Landssjúkrahúsinum at gera.
- Í 1999 vóru 14 milliónir settar av til útbyggingina.Í 2000 eru 10 milliónir settar av, sigur Mary í Garði, sum ger vart við, at vit í Føroyum eiga ikki royndir við nýbygging á hesum økinum, tí tá seinast var talan um slíkt, so var tað á sjúkrahúsinum í Suðuroynni og har var talan upp at byggja uppí.
Nýbyggingin á Landssjúkrahúsinum er nú komin til 2. byggistig, tað vil siga fundament og kloakkering.
Endalig projektering skal gerast í ár.