Byggingin heldur fram

Byggingin av Hilton Garden Inn hotellinum heldur fram, og hotellið lýsir nú eftir fólki. Men nær hotellið letur upp, er ein spurningur, sum Martin Restorff, stjóri, framvegis ikki kann svara

– Hetta er sera keðiligt fyri alla ferðavinnuna bæði í Føroyum og um allan heimin. Vit høvdu ynskt, at støðan var ein heilt onnur. Nú vóna vit bara, at støðan fer at batna, og at ferðavinnan kemur í gongd aftur, sigur Martin Restorff, stjóri í hotellinum Hilton Garden Inn, sum verður bygt í Havnini í løtuni.

Tað eru bara nakrar vikur síðani, at Martin Restorff setti leiðararnar á hotellinum í starv. Og hann hevur fleiri ferðir víst okkum runt, og vit hava sær vakra hotellið við góða útsýninum.

Men nú er støðan ein onnur, og tað er óvist, um nøkur ferðafólk koma.

– Støðan við korona ávirkar, men byggingin heldur fram ótarnað sum ætlað. Nær vit lata upp, dugi eg ikki at siga enn. Tað er Hilton samtakið, sum avgerð tað, sigur Martin Restorff.

Hann hevur áður sagt, at hotellið letur upp í summar.

– Vit taka ein dag í senn. So fáa vit at síggja, sigur hann.
Stjórin hevur eisini sagt, at hotellið hevur fingið fleiri fyrispurningar um bíleggingar, men av tí at ikki er greitt enn, nær hotellið letur upp, so hava fólk ikki kunna bílagt. Av tí sama eru heldur ikki nakrar avlýsingar av bókingum nú.

Hotellið lýsir nú eftir fólki at arbeiða á hotellinum.

– Vit vilja fegin hava fólkið klárt, tá ið vit lata upp, sigur Martin Restorff.