Byggitek skal gera djúphavnina í Vági

Sáttmálið er gjørdur við Byggitek og arbeiðið byrjar í næsta mánað

Djúphavn

Vágur: Tað verður Byggitek, sum skal gera djúphavnina í Vági.
Páll Augustinussen, sum er formaður í havnanevndini hjá Vágs Býráð, sigur, at býráðið samtykti á fundi mikukvøldið, at Byggitek skuldi fáa arbeiðið.
Byggitek hevði eisini tað lægsta boðið og bæði Landsbyggifelagið og Landsverkfrøðingurin, sum eru ráðgevarar hjá Vágs Kommunu í málinum, mæltu til at lata Byggitek fáa arbeiðið.
Páll Augustinussen sigur, at farið verður undir at fyrireika arbeiðið í næsta mánað og í september verður farið undir sjálvt arbeiðið.
Djúphavnin skal verða liðug 1. oktober næsta ár.
Formaðurin í Havnanevndini sigur, at hetta hevur verið ein tungur burður, tí tað munnu vera fýra ár síðani, at Vágs Kommuna fór at tosa um at gera eina djúphavn
Og hóast tað í løtuni sær svart út í Vági og allari syðru helvt í Suðuroy, vónar hann at havnin kemur fáa sína ávirkan og at gera sítt til, at tíðirnar kunnu venda aftur og tá ið gongin vendir aftur, eru í øllum førum karmarnir í lagi.
Og at tíðirnar venda aftur, ivast hann ikki í, tí tað hevur allar dagar gingið upp og niður.
Annars góvu seks byggifeløg tilsamans átta boð uppá djúphavnina og tey samsvaraðu rættiligavæl við tað, sum tað frammanundan varð mett, at djúphavnin fór at kosta. Mett varð, at hon fer at kosta 19,20 milliónir, umframt byggieftirlit og projektering, ella tilsamans einar 24 milliónir.
Men tað var ávísur munur á teimum ymsu tilboðunum og tað vóru 5,1 milliónir á muni á tí lægsta tilboðnum uppá 18,2 milliónir, sum Byggitek hevði og tí hægsta tilboðnum, sum var frá J&K. Petersen og sum var uppá 23,3 milliónir.

Tíggju metrar djúp
Tað, sum arbeiðið umfatar, er ein stór útfylling út á fjørðin, har sum havnin er.
Síðani skal gerast ein atløgubryggja eystur og vestur uppá 86 metrar og sum verður 10 metrar djúp. Eisini verður ein atløgubryggja upp á yvir 70 metrar gjørd út og inn, har dýpið er ímillum 10 og sjey metrar
Í krókinum á eystursíðuni verður gjørd ur ein altjóða ferjuskrái og í krókinum vestureftir verður gjørdur ein minni ferjuskrái.
Sostatt ber til hjá tveimum skipum við ferjuskráa at liggja við bryggju í senn. Tað merkir eisini, at tað ber til at koyra av øðrum skipinum, beint umborð á hitt, so lasting og lossing skuldi gingið ógvuliga skjótt.
Og so skal eisini leggjast afturat, at verður samferðsluhavnin í Trongisvági ikki liðug, tá ið nýggi Smyril kemur, fer ikki at standa á hjá honum at liggja í Vági.
Vágbingar siga at hetta er ein neyðug útbygging, tí tey stóru skipini, sum nú eru, fáa ikki brúkt havnina.

Tilboðini
Tey seks tilboðini, sum komu inn upp á djúphavnina í Vági, eru hesi:
Byggitek: 18.209.280,00 krónur.
C.N Bygg: 18.982.453,00 krónur.
Articon: 19.784.338,96 krónur.
M.T. Højgaard: 20.975.745,00 krónur.
Pihl Føroyard: 23.300.000,00 krónur.
J&K. Petersen: 23.302.695,91 krónur.

Umframt hesi høvuðstilboðini, høvdu J.K. Petersen eisini eitt annað tilboð, har teir bjóðaðu sær til at gera arbeiðið fyri 19.602.484,54 krónur, varð tekningin broytt.
MT. Højgaard bjóðaðu sær eisini at sláa 150.000 krónur av prísinum, vórðu onkrar broytingar gjørdar.
MVG er ikki við í tilboðunum.
Annars høvdu øll feløgini, uttan CN Bygg, ymisk fyrivarni, sum leggjast skal upp fyri, áðrenn endalig støða verður tikin til tilboðini, men tá ið fyrivarni hjá Byggitek verður gjørt upp í pengum, broytir ikki tað sannroynd, at hetta var lægsta boð.