Í hesum døgum er fokus sett á byggvinnuna, og orsøkin til hetta er sjálvsagt tann stóra byggimessan. Byggivinnan ella byggisektorurin er í øllum nútímans samfeløgum ein sera tungur og týðandi partur. Byggivinnan er samstundis eitt búskaparligt barometur og ofta síggjast stórar búskaparligar broytingar við at broytingar fyrst byrja at henda í byggivinnuni. Byggivinnan kann eisini verða eitt búskaparligt amboð, eitt nú við at almenn arbeiði verða sett í verk, tá lágkonjunkturur er og við at hildið verður aftur, tá sera nógv virksemi er í landinum. Vit fara ikki her at døma um, hvussu okkara myndugleikar hava handfarið byggivinnuna sum búskaparligt amboð, tað kan verða eina aðru ferð.
Tað er annars sera áhugavert, at fokus verður sett á byggivinnuna júst nú, hvar virksemið er í hæddini, men hetta nýtist ikki at hava nakað við tað nógva virksemið at gera. Hinvegin kann tað bara vera gott at varpa ljós á eina og hvørja vinnu og ikki minst eina so týðandi vinnu sum byggivinnuna. Hetta gevur vinnu og almenningi høvi at gera støðuna upp og at meta um framtíðarútlitini. Hetta gevur myndugleikum høvi at hugsa um, hvørt almenni politikkurin á økinum er skilagóður ella hann eigur at endurskoðast. Hetta gevur høvi at seta nakrar spurningar til alt kring byggivinnuna t.d. hví gongur byggivirksemið ofta í bylgjum, hví er tað vorðið so dýrt at seta búgv? Hvat merkir hetta fyri tey ungu, sum eftir øllum at døma koma at sita við stórari bústaðarskuld, tá tey einaferð koma til eftirlønaraldur o.s.fr.
Formaður Arkitektafelagsins hevur her í blaðnum sett fram nakrar atfinningarsamar og sera viðkomandi viðmerkingar til alt økið kring byggisektorin. Orð hansara eiga at geva øllum viðkomandi myndugleikum nakað at hugsa um. Her liggja heilt klárt nógvar uppgávur hjá tí almenna á láni og tann mest átrokandi uppgávan tykist verða at fáa til vega eina landsfevnandi byggureglugerð. Alt hetta eigur tó ikki at skugga fyri tí veruleika, at vit hava eina sera virkna og dugnaliga byggivinnu, sum hevur sera stóran búskaparligan týdning og ómetaligan týdning fyri arbeiðstøðuna. Føroyskir handverkarar eru mest eftirspurda arbeiðsmegi í Skandinavia, og føroyskar byggifyritøkur hava ofta staðið seg væl í kappingini við útlendskar fyritøkur úti sum heima. Okkara byggivinna dugir at arbeiða undir truplum umstøðum, har veður og vindur hava stóra ávirkan. Støðið er sterkt og gott, her restar sum vanligt bert tann parturin, sum liggur á tí almenna, sum skal til, fyri at byggivinnan og vinnur knýttar at henni kunnu fara út í heim, har tær stóru og mennandi uppgávurnar og vinningsmøguleikarnir eru.
Sosialurin