Byggivinnan farin í baklás

At grót og asfaltframleiðslan hjá Landsverk er minkað við 66 prosentum, avspeglar væl tað, sum gongur fyri seg í byggivinnuni. – Mann pínir allastaðni, har mann kann, men øll arbeiði verða undirbjóðað nú, og tað eru bara taparar í byggivinnuni, sigur Steinolvur Petersen, stjóri í J&K Petersen

Byggivinnan

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


- Hetta avspeglar væl tað, sum gongur fyri seg í byggivinnuni. Tað sigur stjórin í entreprenørfyritøkuni J&K Petersen, Steinolvur Petersen.

Í morgun fingu sjey fólk ætlanarskriv um uppsókn á framleiðsludeildini hjá Landsverk, tað er framleiðsla av grót og asfalt, sum avleiðing av at framleiðslan er minkað við tveimum triðingum upp á eitt ár.

Framleiðslan er minkað sum avleiðing av manglandi eftirspurningi frá byggivinnuni, sum er í einum veruligum sjokki.

- Støðan er einki serlig í byggivinnuni. Mann pínir allastaðni, har sum man kann. Virksemið er farið niður í entreprenørbransjuni eisini, og tað eru bara taparar í byggivinnuni nú. Tey arbeiði, sum verða gjørd í løtuni, verða gjørd fyri undirprís, og eingin kann vera glaður. Tú kann bara hyggja eftir einum vegi sum tí í Leirvík, sum varð mettur til at kosta 45 milliónir, men sum nú verður gjørdur fyri knappar 30 milliónir, vísir Steinolvur Petersen á.

Men hinvegin er støðan í byggivinnuni heldur ikki for góð frammanundan.

- Byggivinnan hevur einki tjent hesi árini, meðan tað hevur verið ríkiligt av virksemi. Tað hevur ikki verið effektivt nokk, og fólk hava mangla, og tað hevur kostað nógv. Øll halda at byggivinnan hevur tjent nokk, men tað er ikki sannleikin. Byggivinnan hevur millum lítið og einki avkast givið, og ikki nokk at endurnýggja seg við, greiðir Steinolvur Petersen frá.


Landsverk má duga at seta krøv

Sambært Steinolvi er ein trupulleiki hjá Landsverk at teir ikki seta krøv til tær verkætlanir sum verða bjóðaðar út.

- Mín erliga meining er at Landsverk kundu uppað seg eitt sindur sjálvir og kanska forlangaðu at mann brúkti grót frá teimum, tá verkætlanir hjá tí almenna skulu gerast. Sum er nú royna entreprenørfyritøkurnar at knúsa nakað av gróti sjálvar, fyri at spara nøkur oyru, greiðir hann frá.

Steinolvur Petersen er heldur ikki sørt bersøgin, tá tað kemur til útbjóðingarnar hjá Landsverki.

- Landsverk setir eingi krøv í dag. Hvør Hanus og Janus kann bjóða upp á eitt arbeiði hjá Landsverk. Tak eitt nú brúnna um Streymin – Tað er eitt spesialiserað arbeiði, sum skal gerast, og Landsverk seta krøv um at tað skal vera spesialiserað ráðgeving- men tað er hvør vaskikona, sum kann bjóða uppá hetta arbeiðið, og har eru eingi krøv. Tað er eitt sindur hugstoytt, sigur Steinolvur Petersen.