Tíðindaskriv frá LÍV
Talan er um verkætlan, sum fevnir um tríggjar íbúðarbygningar við 11 íbúðum hvør, ið væntandi verða lidnar at taka í nýtslu á sumri 2026.
LÍV hevur leingi havt eitt ynski um at virka á og stuðla uppundir leiguíbúðarmarknaðin og gjørdi á várið 2023 eina samstarvsavtalu við Bústaðir um 22 leiguíbúðir á Heimasta Horni í Tórshavn.
LÍV arbeiðir miðvíst við at gera enn fleiri íløgur innan leiguíbúðarmarknaðin í Føroyum, og er avtalan um íbúðirnar á Hamrinum ein liður í hesum arbeiði.
Fyrsta stigið í hesum arbeiði væntast at fara í gongd longu hálvan mai í ár, og verða íbúðirnar væntandi klárar at flyta inn í áðrenn summarið í 2026.
Hetta er eisini eitt neyðugt stig, tí sambært Búskaparráðnum, er mangulin upp á bústaðir ein týðandi fløskuhálsur, ið er við til at forða fyri framhaldandi fólka- og búskaparvøkstri í Føroyum.
– Endamálið hjá LÍV er at tryggja kundum okkara eina munagóða virðisøking av teirra eftirlønaruppsparing, og at íløgurnar eisini skulu koma kundum okkara og føroyska samfelagnum til góðar. Vit meta tí, at tað passar væl inn í virkisøkið hjá okkum, at eftirlønaruppsparingarnar hjá kundum okkara koma út at arbeiða í Føroyum og samstundis eru við til at loysa eina stóra samfelagsliga avbjóðing, sigur Jan Jakobsen, stjóri í LÍV.