Byggja bíligar íbúðir á Tvøroyri

SLÓÐBRÓTANDI Tvøroyrar Kommuna fer nú undir slóðbrótandi ætlan við tí endamáli at útvega tvørafólki íbúðir, sum bæði eru bíligar at ogna sær og sum eru bíligar at búgva í

Á Tvøroyri fara tey nú undir eina slóðbrótandi ætlan um bústaðarbyggingfyri at bøta um úrvalið av bústaðum í kommununi.
Í hesum sambandi fara Tvøroyrar Kommuna og Húsalánsgrunnurin seinni í hesi vikuni at stovna eitt íbúðarfelag, sum skal standa fyri ætlanini.
Tvøroyrar Býráð hevur samtykt at fara undir ætlanina, sum hevur til endamáls at útvega fleiri íbúðir, sum bæði eru bíligar at ogna sær og sum eru bíligar at búgva í.
Enn er ikki rættiliga avgjørt um talan verður um eigaraíbúðir, leiguíbúðir ella um lutaíbúðir, men helst verður talan um eitt sindur av hvørjum.

Einar 15-18 íbúðir
Ætlanin á Tvøroyri er í tveimum og farið verður til verka beinanvegin.
Byggingin er á Heiðatrøðini, har Svend Roest longu hevur bygt tvær íbúðir beint við handilin hjá Keypsamtøkuni.
Har er hann farin undir at byggja tríggjar sama slag íbúðir afturat undir liðini á hinum báðum.
Og tað fyrsta, nýggja íbúðarfelagið hjá Tvøroyrar Kommunu og Húsalánsgrunninum fer at gera, at at yvirtaka ta verkætlanina frá Svend Roest og byggja tær tríggjar íbúðirnar lidnar.
Men síðani verður hildið fram at byggja íbúðir á einum stykki, sum er beint við og har pláss er fyri einum 12-15 íbúðum.
Á Býráðsfundinum hóskvøldið varð upplýst, at ætlanin er at byggja íbúðir, har dygdin er í topp og har prísurin er í botni.
- Tey, sum búgva í teimum báðum íbúðunum, sum longu eru bygdar, rinda bara 1200 krónur um mánaðin í ljós og hita, ella 14.400 krónur fyri árið.
Eini vanlig sethús brúka eini 40.000 krónur 50.000 krónur um árið til ljós og hita.
Í sambandi við íbúðirnar, sum eru bygdar, er stórur dentur lagdur á orkusparing og ætlanin er at halda fram við tí í teirri byggingini, sum verður.

Gott og bíligt
Enn er óvist, hvussu nógv, íbúðirnar fara at kosta.
- Men Húsalánsgrunnurin hevur møguleika at útvega fígging, har rentan er bíligari enn rentan, føroysku peningastovnarnir krevja, varð upplýst á býráðsfundinum.
- Endamálið er fólk kunnu útvega sær dygdar tak yvir høvdið við einum innskoti upp á í mesta lagi 200.000 krónur, men at útreiðslurnar til rentur, avdrátt, ljós og hita, verða munandi bíligari enn í einum vanligum sethúsum.
- Hetta kann vera ein góður møguleiki hjá ungum fólki at seta búgv, men tað kann eisini vera ein møguleiki hjá eldri fólki at sleppa sær av við eini tyngjandi sethús og at fáa sær eina bíliga íbúð ístaðin.
Pengarnir sum so leypa av húsasøluni, kunnu so brúkast at njóta lívið fyri.

Einmælt
Býráðslimir á Tvøroyri taka einmælt undir við ætlanini.
- Tað verður javnan ført fram, at ein høvuðstrupulleiki, sum forðar fólki ið at flyta heim aftur, er at ongin møguleiki er at útvega sær tak yvir høvdið fyri ein rímiligan kostnað.
- Einasti møguleiki er at ogna sær eini sethús og seta seg í eina millióna skuldi og tá ið tann avgerðin er tikin, fangar borðið fyri lívið, tí úti um landið eru smáir møguleikar at sleppa av við eini sethús fyri hampuligan penga, skuldi ein havt hug at flutt onkra aðrastaðni.